Russland er Evropameistari eftir 3-2 sigur á Týsklandi

Russland er Evropameistari fyri menn eftir 5-settara ímóti Týsklandi: 

Týskland - Russland 2-3 (19-25, 25-20, 22-25, 25-17, 13-15)
 




Í kvøld verður EM-finalan hjá monnum millum Týskland og Russland leikt í Krakow í Pólandi.

Dysturin byrjar kl. 19:30 føroyska tíð, og sæst beinleiðis á hesum linki, um tað ikki er sperrað í Føroyum:
https://youtu.be/f9iQDyiSxuE

Týskland vann sína semifianlu í gjár 3-2 á Serbia, har 5. settið endaði 15-13. Hini settini endaðu: 24-26, 15-25, 25-18, 27-25.

Russaland vann síðan hálvfinalu 3-0 á Belgia - settini endaðu: 25-14, 25-17, 25-17.


Russland hevur eitt sera gott lið, so um ikki Týskland finnur onkur snildi fram til í kvøld, so verður roknað við einum russiskum sigri.

Klokkan 16:30 varð bronsudysturin leiktur millum Serbia og Belgia, har Serbia vann 3-2 (25-17, 22-25, 19-25, 25-22, 15-12)

Meira fæst at vita um dystirnar inni á www.cev.lu