Meistaradeild, kvinnur: Dráttur og Mjølnir mánakvøldið

Mynd: Ruth Albinsdóttir in action

Mjølnir - sum í løtuni liggur nr. 2 - skal í kvøld klokkan 19,30 møta Drátti í Høllini á Giljanesi - sostatt verður tað toppur og botnur sum møtast, men hetta er kanska ikki rætta myndin, tí seinasta vikuskiftið gjørdist Dráttur vinnari av Mjølnir-kappingini.

Tískil kann alt henda í kvøld, tí Dráttur hevur seinastu tíðina havt stóra framgongd, eins og liðið hevur fingið tilgongd av Barbaru Herdalur Poulsen, sum ikki hevur verið við fyrsta partin av landskappingini. Hetta er ein fongur hjá liðnum.

Ein dystur skuldi verið leiktur í Trongisvági í gjár millum TB og KÍF, men hesin varð útsettur vegna veður.

 

Rás2 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum, sum hoyrist umvegis internetið á www.midlar.fo, ella gjøgnum útvarpslurtið á frekvensunum FM 88,7;   FM 95,9  ella FM 98,7. Eisini verður sagt frá dystinum dystinum í bólki 2 millum KÍF og Fleyr, sum byrjar kl. 13.

Byrjað verður at senda kl. 19.25.


Støðan undan dystinum er henda: 

Nr.

Lið

Dystir

Settmunur

Stig

1

Fleyr

6

11

15

2

Mjølnir

5

12

14

3

KÍF

5

0

8

4

TB

6

-5

6

5

6

-9

4

6

Dráttur

6

-9

4