12 steypafinalur um vikuskiftið - Tíðir og leinki til stroyming

Til samans 12 steypafinalur skulu avgreiðast um vikuskiftið í Stórhøllini á Hálsi í Havn. Spælt verður í nýggju karmunum, sum høllin nú hevur at bjóða.

Meistaradeildarliðini spæla leygardagin 24. februar soleiðis: 
Kl. 13.30, menn: ÍF-SÍ
Kl. 16.00, kvinnur: Fleyr-Dráttur

Báðar finalurnar verða vístar í KVF-sjónvarpinum umframt at Rás2 hevur beinleiðis frásøgn frá dystunum.  


10 ungdóms- og barnasteypafinalur
Men tað er ikki bara tey vaksnu, sum skulu royna seg. 

10 aðrar finalur skulu avgreiðast, so hetta setur høllina undir trýst, og tí er neyðugt at byrja fyrstu finaluna longu leygarmorgunin klokkan 09.00. Hildið verður fram líka til klokkan umleið 21.30 sunnukvøldið, tá seinasta steypafinalan endar.

Dystarskráin fyri tey ungu er henda:

Leygardagin 24. februar: 
Kl. 09.00, G14 B: Ternan- SÍ b
Kl. 10.00, D17: SÍ-Fleyr
Kl. 18.00, D12: SÍ-Ternan
 
Sunnudagin 25. februar: 
Kl. 13.00, G12: SÍ-Ternan
kl. 14.15, G14 A: SÍ-TB
Kl. 15.30, G16: Fleyr-SÍ
Kl. 16.45, KU: TB-Fleyr
Kl. 18.00, D15: SÍ-Fleyr
Kl. 19.15, G19: SÍ-Fleyr
Kl. 20.15, MU: Fleyr-SÍ

Flogbóltssamband Føroya skipar fyri beinleiðis stroyming frá øllum ungdóms- og barnafinalunum.
Leinkið til Flogbóltsvarpið er https://www.youtube.com/channel/UCkaaCl-FzLSdOa-P8cazH-Q/live