Flogbørn - torleikastig 0
Vegleiðing/krøv til Flogbarnakappingar
Reglur fyri Flogbørn - Torleikastig: 0 | 1 | 2 | 3 |
Kappingartreyir fyri U12 dreingir og gentur
Reglur fyri U12 dreingir og gentur
Reglur fyri Flogbørn – torleikastig 0
(november 2024)
A) Reglur fyri servuna
1) Spælið byrjar við, at ein spælari frá tilvildarligum staði á vøllinum kastar bóltin yvir um netið.
2) Bólturin verður kastaður yvir um netið við undirhondskasti (baggerslag-kasti).
B) Leikreglurnar
1) Á einum liði eru 3-5 spælarar, harav í mesta lagi 4 kunnu vera á vøllinum. Eru 7 spælarar við til kapping, eru 4 spælarar á A-liðnum og 3 á B-liðnum.
2) Bólturin skal loftast.
3) Bólturin skal kastast yvir um netið. Spælarin má ikki ganga við bóltinum.
4) Er frástøðan til netið ov long, kann bólturin kastast til ein viðspælara, sum síðan kastar bóltin yvir um netið.
5) Tá ein spælari á tínum egna liði kastar bóltin yvir um netið, rotera spælararnir á liðinum eitt pláss við urinum.
6) Bólturin er mistur tá: bólturin ikki verður loftaður, verður kastaður í netið ella kastaður út av vøllinum – eisini í “servuni”.
7) Tá bólturin er mistur, fer spælarin sum átti feilin, av vøllinum. Í ivaføri avger venjarin, hvør spælari skal av vøllinum. Eitt nýtt kast setur spælið í gongd aftur.
8) Ein loftaður bóltur, sum er kastaður frá mótstøðuliðnum, merkir, at ein spælari verður fríaður og aftur kann koma á vøllin.
C) Reglur fyri vallarstødd og net
1) Spælt verður á badmintonvølli til uttastu strikurnar í breiddini, men tær innastu strikurnar í longdini.
2) Nethæddin er 2,0 metur.
3) Yvirtraðk og nerting við netið eru loyvd, um tað ikki órógvar mótstøðuliðið.
D. Leiktíð og stig
1) Spælast kann í 10 minuttir hvønn dyst.
2) Eitt leikbrá í hvørjum dysti fyri hvørt lið.
3) Eitt stig til liðið hvørja ferð vøllurin hjá mótstøðuliðnum er tómur – eingir spælarar eru eftir.
E) Bóltar
1) Á stigi 0 verður spælt við bóltum av slagnum Light við eini vekt millum 210 g og 235 g ella Mikasa Kids Volleyball SKV5 160 g.
Vegleiðing/krøv til Flogbarnakappingar
Reglur fyri Flogbørn - Torleikastig: 0 | 1 | 2 | 3 |
Kappingartreyir fyri U12 dreingir og gentur
Reglur fyri U12 dreingir og gentur