U12 kappingartreytir
Vegleiðing/krøv til Flogbarnakappingar
Reglur fyri Flogbørn - Torleikastig: 0 | 1 | 2 | 3 |
Kappingartreyir fyri U12 dreingir og gentur
Reglur fyri U12 dreingir og gentur
Kappingartreyir fyri U12 dreingir og gentur galdandi frá kappingarárinum 2024/2025
- Til fyrstu kappingina skipar Flogbóltssambandið liðini eftir sínari vitan um liðini og í samráð við feløgini. Liðini taka stig frá kappingini við sær til FM.
- U12-liðini verða skipað í bólkar við 4 liðum í hvørjum bólki.
- Liðini verða skipað í bólkar, so tey bestu liðini eru í bólki 1, tey næstbestu í bólki 2 o.s.fr.
- Feløgini raðfesta síni lið eftir styrki við A-liðnum sum tí besta, B-liðnum sum tí næstbesta o.s.fr.
- Í einum kappingarumfari spæla øll liðini í einum bólki móti hvørjum øðrum. Øll lið fáa soleiðis 3 dystir í einum leikumfari móti liðum á sama støði.
- Eftir hvørt kappingarumfar er upp- og niðurflyting millum bólkarnar. Nr. 1 í einum bólki flytur upp, og nr. 4 í einum bólki flytur niður.
- Eftir eitt kappingarumfar sæst støðan í bólkinum og eisini samanlagda støðan í aldursbólkinum. Harafturat fáa liðini stig í mun til sína samanløgdu plasering. Nr. 1 fær 5 stig, nr. 2 fær 4 stig, nr. 3 fær 3 stig, nr. 4 fær 2 stig, nr. 5 fær 2 stig og restin av liðunum fær 1 stig.
Dømi
Eftir eitt leikumfar eru úrslitini hjá dreingjum hesi:
Bólkur 1 | Bólkur 2 | Bólkur 3 |
Fleyr a | Ternan a | B71 a |
SÍ a | Mjølnir a | Fleyr b |
SÍ b | TB b | Ternan b |
TB a | ÍF a | Dráttur a |
Í næsta umfari spæla liðini í hesum bólkum:
Bólkur 1 | Bólkur 2 | Bólkur 3 |
Fleyr a | TB a | ÍF a |
SÍ a | Mjølnir a | Fleyr b |
SÍ b | TB b | Ternan b |
Ternan a | B71 a | Dráttur a |
Eftir leikumfarið fáa liðini hesi stig:
Bólkur 1 | Bólkur 2 | Bólkur 3 |
Fleyr a 5 stig | Ternan a 2 stig | B71 a 1 stig |
SÍ a 4 stig | Mjølnir a 1 stig | Fleyr b 1 stig |
SÍ b 3 stig | TB b 1 stig | Ternan b 1 stig |
TB a 2 stig | KÍF a 1 stig | Dráttur a 1 stig |
- Pláss í steypafinaluni vinna liðini, sum eru nr. 1 í Fleyr-kappingini og nr. 1 í Mjølnir-kappingini. Um nr. 1 í báðum finalunum er sama lið, og nr. 2 eisini er sama lið, spæla hesi bæði steypafinalu. Er nr. 2 ymisk lið, verður leikt hálvfinala, sum FBF ásetur.
- FM-finala. Í seinastu kappingini spæla tey 8 liðini við flest stigum eina undankapping til FM. Spælt verður í 2 bólkum við 4 liðum í hvørjum bólki. Liðið, sum hevur flest stig frá bólkaspælinum, tekur 6 stig við í kappingina, nr. 2 tekur 5 stig við, nr. 3 tekur 2 stig við og nr. 4 tekur 1 stig við. Bólkavinnararnir spæla FM-finalu.
Liðini verða skipað í teir tveir bólkarnar eftir hesum frymli:
Bólkur 1 |
Bólkur 2 |
Nr 1 = 6 stig |
Nr. 2 = 5 stig |
Nr 4 = 1 stig |
Nr. 3 = 2 stig |
Nr 5 = 0 stig |
Nr. 6 = 0 stig |
Nr 8 = 0 stig |
Nr. 7 = 0 stig |
- GEVIÐ GÆTUR! Um eitt felag ikki luttekur í einum kappingarumfari, flytur liðið 2 bólkar niður.
Dømi 1. KÍF kvalifiseraði seg at spæla í bólki 1 við A-liðnum, í bólki 2 við B-liðnum og í bólki 3 við C-liðnum. Í næsta leikumfari luttekur felagið bara við 2 liðum. Tá spælir A-liðið í bólki 1, B-liðið í bólki 2. Hava tey næstu ferð eitt C-lið við aftur, so byrjar tað liðið 2 bólkar longri niðri enn seinast, tað luttók. C-liðið byrjar altso í bólki 5.
Dømi 2: KÍF kvalifiseraði seg at spæla í bólki 1 við A-liðnum, í bólki 2 við B-liðnum og bólki 3 við C-liðnum. Í næsta leikumfari luttekur einki av liðunum hjá KÍF. Næstu ferð felagið luttekur, verða tey bólkað soleiðis: A-liðið byrjar í bólki 3, B-liðið í bólki 4 og C-liðið í bólki 5.
Nethædd
Í U12-bólkinum er nethæddin 2,0 metur fyri bæði gentur og dreingir.
Bóltar
Í U12-bólkinum verður sum byrjanarstøði spælt við bóltum av slagnum Light við eini vekt millum 210 g og 235 g. Ikki-loyvdur bóltur í U12-bólkinum er Mikasa Kids Volleyball SKV5 160 g.
Tað er felagið, sum skipar fyri, sum skal hava bóltar tøkar. Um tvey lið semjast um tað, kann spælast við vaksnamannabólti.
Dystarlongdin
- Tá dystarskráin verður løgd, verða 35 minuttir settir av til ein U12-dyst. Tað er undir tí fortreyt, at allir dystir byrja við 7-7, og at spælt verður upp í 25 stig. Spælt verður best av 3 settum, og 3. sett byrjar við 7-7 og spælt verður upp í 15 stig.
- Verða fyrstu dystirnir avgreiddir skjótari enn teir mettu 35 minuttirnar, kann kappingarleiðarin velja at byrja teir næstu dystirnar við 5-5 ella 0-0. Hetta kann gerast fyri einstøku bólkarnar ella fyri allar bólkarnar.
Skipan av kappingum
- Eftir at tilmeldingarfreistin er úti, fáa tit 2-4 dagar seinni kunning um, hvussu liðini eru skipað í teimum ymsu deildunum. MINNIST til at senda innbjóðingarnar í góðari tíð.
- Í best hugsandi kappingarskipanini spælir hvør bólkur við 4 liðum á hvør sínum vølli.
Vøllur 1 | Vøllur 2 | Vøllur 3 | Vøllur 4 | Vøllur 5 |
4 lið | 4 lið | 4 lið | 4 lið | 4 lið |
Í hesum hugsaða døminum skal tíð setast av til 6 dystir x 35 minuttir = 3 tímar og 30 minuttir fyri at avgreiða ein U12-bólk fyri gentur ella dreingir.
- Um t.d. 18 lið eru meldað til í G12, verða 3 bólkar gjørdir við 4 liðum og ein bólkur við 6 liðum. Bólkurin við 6 liðum verður býttur í 2 undirbólkar við 3 liðum hvør, har øll spæla móti øllum. Síðani spælir nr. 1 í øðrum undirbólkinum móti nr. 1 í hinum undirbólkinum um 1. plássið, nr. 2 úr hvørjum bólki um 3. plássið og nr. 3 úr hvørjum bólki um 5 plássið. Hvørt liðið fær, sum hini liðini, 3 dystir. At avgreiða hesar 2 bólkarnar við plaseringsdystum gevur samanlagt 9 dystir.
- Um t.d. 17 lið eru melda til, verða 3 bólkar gjørdir við 4 liðum og ein bólkur við 5 liðum. Í bólkinum við 5 liðum spæla øll móti øllum. Um tann bólkurin kann spæla á 2 vøllum, so verður byrjað við 7-7 og spælt verður upp í 25 stig. Spælt verður best av 3 settum, og 3. sett byrjar við 7-7 og spælt verður upp í 15 stig. Um bólkurin skal spælast á einum vølli (10 dystir), so verður byrjað við 10-10 og spæld verða bara 2 sett. Um javnt er i settum, fær hvørt liðið 1 stig.
- Eru 19 lið meldað til, so verða 4 bólkar gjørdir við 4 liðum og ein bólkur við 3 liðum. Í bólkinum við 3 liðum, verður dupultkapping spæld, so 6 dystir verða samanlagt, og hvørt liðið fær 4 dystir.
Dómarar og hvussu dystir verða avgreiddir
Fyri at hjálpa feløgum við nógvum liðum verður heitt á felagið, sum skipar fyri, at royna at hava dómarar til taks. Royna merkir, at til 5 vøllir eru 2 ella 3 dómarar, sum kunnu lætta um á vøllunum. Dómarar kunnu vera frá ungdómsliðum felagsins.
Um dómarar ikki eru settir til dystirnar, er altíð eitt av liðunum í bólkinum, sum ikki spælir, sum dømir og vendir stigum. Tá ein U12 spælari dømir, skal altíð ein vaksin frá liðinum vera at hjálpa og vegleiða. Hetta fólkið stendur beint aftan fyri dómaran. Harumframt kunnu bara 2 spælarar frá liðinum vera at stýra stigatalvuni.
Afturat hesum hjálparfólkum eru venjarin og liðleiðarin tey einastu vaksnu, sum eru kring vøllin. Foreldur og aðrir venjarar vera á áskoðaraplássunum. Tað er ábyrgdin hjá venjaranum, at óviðkomandi ikki harðmælt blanda seg upp í spælið og dómaraavgerðir. Uppgávan er at syrgja fyri, at dysturin verður avgreiddur í góðum ítróttaranda, og tónin millum spælarar og venjarar skal vera positivur og uppbyggjandi. Dómarin verður eggjaður og stuðlaður av teimum tveimum venjarunum.
Tað er uppgávan hjá felagnum, sum skipar fyri, at tryggja, at hesar leiðreglur verða fylgdar.
Vegleiðing/krøv til Flogbarnakappingar
Reglur fyri Flogbørn - Torleikastig: 0 | 1 | 2 | 3 |
Kappingartreyir fyri U12 dreingir og gentur
Reglur fyri U12 dreingir og gentur