Flogbarnakappingar - krøv/vegleiðing
Vegleiðing/krøv til Flogbarnakappingar
Reglur fyri Flogbørn - Torleikastig: 0 | 1 | 2 | 3 |
Kappingartreyir fyri U12 dreingir og gentur
Reglur fyri U12 dreingir og gentur
Vegleiðing/krøv til skipan av kappingum fyri Flogbørn – torleikastig 0-3
(Galdandi frá kappingarbyrjan 2024/2025)
Tá kappingarætlanin verður løgd, skulu tit, sum hava ábyrgd av kappingini, hava í huga, nær ferjan úr Suðuroy leggur at, og nær fráferð er heimaftur. Fyri TB er stórt ynski um, at dystirnir á stigi 0-3 liggja leygardag, og at spælararnir sleppa aftur og fram sama dag.
MINNIST til at senda innbjóðingarnar út í góðari tíð.
Tal av dystum
- Øll lið á stigi 0-2 skulu spæla 4 dystir.
- Øll lið á stigi 3 skulu spæla 3 dystir.
Dystarlongd
Tað er av størsta týdningi, at tíðirnar verða hildnar. Hetta er til gleði fyri børn og foreldur, men eisini tykkum, sum hýsa kappingunum.
- Á stigi 0-2 er dystarlongdin 10 minuttir. Tveir minuttir verða settir av til skifta liðini á vøllinum. Tá teir tveir minuttirnir eru farnir, setur dómaraborðið dystirnar í gongd. Hetta eisini um øll liðini ikki eru til reiðar. Boðað verður frá við floytu ella horni. Eisini verður boðað frá, tá dystirnir eru lidnir.
- Á stigi 3 verða 30 minuttir settir av til ein dyst. Allir dystirnir byrja við 7-7, og spælt verður upp í 25 stig. Spælt verður best av trimum settum, og triðja sett byrjar við 7-7, og spælt verður upp í 15 stig. Verða fyrstu dystirnir avgreiddir skjótari enn teir mettu 30 minuttirnar, kann kappingarleiðarin velja at byrja teir næstu dystirnar við 5-5 ella 0-0. Hetta kann gerast fyri einstøku bólkarnar ella fyri allar bólkarnar.
Dómarar og hvussu dystirnir á stigi 3 verða avgreiddir
Fyri at hjálpa feløgum við nógvum liðum verður heitt á felagið, sum skipar fyri, at hava nakrar dómarar til taks. Nakrar dómarar merkir, at til 5 vøllir eru 2 ella 3 dómarar, sum kunnu lætta um á vøllunum. Dómarar kunnu vera frá ungdómsliðum felagsins.
Um dómarar ikki eru settir, er tað altíð eitt av teimum liðunum í bólkinum sum ikki spælir, sum dømir og vendir stigum. Tá ein spælari á stigi 3 dømir, skal ein vaksin frá liðinum altíð vera at hjálpa og vegleiða. Hetta vaksna fólkið stendur beint aftan fyri dómaran. Harumframt kunnu bara 2 spælarar frá liðinum vera at stýra stigatalvuni.
Afturat hesum hjálparfólkum eru venjarin og liðleiðarin tey einastu vaksnu, sum eru kring vøllin. Foreldur og aðrir venjarar skulu vera á áskoðaraplássunum. Tað er ábyrgdin hjá venjaranum, at óviðkomandi ikki harðmælt blanda seg upp í spælið og dómaraavgerðir. Uppgávan er at syrgja fyri, at dysturin verður avgreiddur í góðum ítróttaranda, og tónin millum spælarar og venjarar skal vera positivur og uppbyggjandi. Dómarin verður eggjaður og stuðlaður av teimum tveimum venjarunum.
Tað er uppgávan hjá felagnum, sum skipar fyri, at tryggja, at hesar leiðreglur verða fylgdar.
Bóltar
Á stigi 2 og 3 verður spælt við bóltum av slagnum Light við eini vekt millum 210 g og 235 g.
Á stigi 0 + 1 kann afturat omanfyrinevndu bóltum eisini spælast við Mikasa Kids Volleyball SKV5 160 g. Tað er felagið sum skipar fyri, sum hevur bóltarnar tøkar og kann velja millum hesi sløg av bóltum.
Heiðurslønir
Eingir vinnarar verða kosnir í ymsu bólkunum, og heiðurslønir verða ikki latnar luttakandi liðunum ella spælarum í teimum ymsu kappingunum. Í staðin fáa allir spælararnir eina frukt og ein pakka av djúsi. Felagið, ið skipar fyri, tekur sær av innkeypinum og stendur fyri fíggingini.
Fyriskipan av kappingum
Fyri at fáa teir javnastu dystirnar og bestu menningina fyri liðini, raðfesta feløgini síni lið. Besta liðið hjá felagnum er A, næstbesta er B o.s.fr.
- Tá kappingin verður løgd, spæla so nógv A-lið móti hvørjum øðrum sum møguligt, so nógv B-lið móti hvørjum øðrum sum møguligt o.s.fr.
- Av tí at vinnarar í ymsu torleikastigunum ikki skulu finnast, ella stig ikki verða tikin við víðari, so er ikki neyðugt at spæla plaseringsdystir. Spælast skulu altso “bara” 4 dystir. Fyri kappingina er lættast at býta liðini í bólkar við 4 ella 5 liðum. Fyri at gera tað lættari fyri øll, verður ein bólkur avgreiddur á sama vølli.
- Tá kappingin fyri torleikastig 3 verður løgd, skal eisini ein kolonna vera at skriva dómaran í fyri hvønn einstakan dyst.
Sí trý dømi uppá ein bólk við 5 liðum og ein bólk við 4 liðum á stigi 0 har øll liðini fáa 4 dystir. Eitt dømi frá stigi 3, har dómararnir eru ásettir:
Torleikastig 0 / Vøllur 1 | |||
TB a | TB a | Fleyr a | 12 |
Fleyr a | Dráttur a | KÍF a | 12.12 |
Dráttur a | B71 a | Fleyr a | 12.24 |
KÍF a | Dráttur a | TB a | 12.36 |
B71 a | KÍF a | B71 a | 12.48 |
TB a | KÍF a | 13 | |
Dráttur a | Fleyr a | 13.12 | |
B71 a | TB a | 13.24 | |
Fleyr a | KÍF a | 13.36 | |
B71 a | Dráttur a | 13.48 |
Torleikastig 0 / Vøllur 2 | |||
TB b | TB b | TB c | 12 |
TB c | Fleyr b | Dráttur b | 12.12 |
Fleyr b | TB b | Fleyr b | 12.24 |
Dráttur b | TB c | Dráttur b | 12.36 |
TB b | Dráttur b | 12.48 | |
TB c | Fleyr b | 13 | |
TB b | Dráttur c | 13.12 | |
TB c | Fleyr c | 13.24 |
Torleikastig 3 / Vøllur 3 | Dómari | ||
B71 | B71 | Dráttur | ÍF a |
Dráttur | Dráttur | ÍF a | B71 |
ÍF a | B71 | ÍF a | Dráttur |
Dráttur | SÍ c | B71 | |
B71 | ÍF b | TB c |
Vegleiðing/krøv til Flogbarnakappingar
Reglur fyri Flogbørn - Torleikastig: 0 | 1 | 2 | 3 |
Kappingartreyir fyri U12 dreingir og gentur
Reglur fyri U12 dreingir og gentur