Reglugerð fyri steypakapping fyri yngru deildirnar

Steypakapping, yngri deildir

§1. Øll limafeløg í FBF kunnu tekna lið til steypakapping fyri yngri.

§2. Steypakappingar eru í somu aldursbólkum sum í landskappingini, sí kappingarreglurnar hjá FBF.

§3. Afturat spæla gentur og dreingir 12 steypakapping.

§4. Starvsnevndin ásetir nær og hvar steypafinalurnar verða leiktar.

§5. Starvsnevndin ásetir nær og hvar møguligar hálvfinalur verða leiktar.

§6. Lið, ið vinnur sín aldursbólk í fyrru steypakapping í Tórshavn, fær fyrra plássið í steypafinaluni og er at rokna sum heimalið.

§7. Lið, ið vinnur sín teirra aldursbólk í seinnu steypakapping í Klaksvík, fær seinna plássið í steypafinaluni.

§8. Um sama lið vinnur báðar steypakappingarnar, so fær tað liðið, ið var nummar tvey í báðum steypakappingum, seinna plássið í steypafinaluni.

§9. Um tvey ymisk lið gjørdist nummar tvey í báðum steypakappinginum, spæla hesi lið eina hálvfinalu sína millum, sí §4. Vinnarin av hálvfinaluni fær seinna plássið í steypafinaluni.

§10. Spælt verður best av 3. settum í steypakappingini, herundir eisini í steypafinaluni og í møguligum hálvfinalum.

§11. Leikaraflyting millum hægri og lægri lið í sama árgangi hjá sama felag í steypakappingini gongur eftir somu reglum sum fyri landskappingina. Bæði landskappingardystir og steypadystir skulu teljast við í hesum sambandi.

§12. Leikarar skrásettir við liði í í landskappingini, hava ikki loyvi at leika við lægri liði í steypakappingini í sama aldursbólki (flytingar millum a,b,c lið o.s.fr. í sama árgangi).

§13. Tó missa leikarar ikki rætt til at spæla við lægri liði í landskappingini, hóast teir hava spælt hálvfinalu ella finalu við hægri liði til steypafinaluna.

§14. Leikaraflyting millum feløg gongur eftir somu reglum sum fyri landskappingina.

§15. Um landskapping í einum aldursbólki er skipað í tveir bólkar eftir dygd, A og B bólk, verða tvær steypafinalur leiktar, ein fyri hvønn bólk.

§16. Lið í A-bólki kann ikki leika í lægri bólki. Lið í lægri bólki kann leika í hægri bólki í steypakappingum.

 

 

 

stuðlar