Lógir

grein 1
a) Flogbóltssamband Føroya (FBF) er samgonga av øllum feløgum innan ÍSF, ið íðka flogbólt

b) FBF hevur hægsta myndugleika í øllum flogbóltsviðurskiftum

d) FBF hevur við starvsnevndarformanni sínum sæti í stjórn ÍSF’s

grein 2
a) FBF hevur til endamáls at menna og at skapa áhuga fyri flogbólti og at vera stuðul hjá feløgum í samarbeiði sínamillum.

b) FBF hevur til endamáls at umboða flogbólt á alheims stigi og í alheims og millumlanda flogbóltssamgongum, so sum FIVB, CEV, Norðurlandasamstarvi o.s.fr.

grein 3
a) Ítróttafelag, ið íðkar flogbólt, skal gerast limur í FBF. 

b) Umsókn um limaskap í FBF verður at senda til FBF

d) FBF avger, um felag kann gerast limur í FBF

ð) Útmeldan av felag verður at senda til FBF

grein 4
a) Aðalfundurin skal verða hildin á hvørjum ári og ikki seinni enn 15. juni 

b) Aðalfundurin skal verða fráboðaður skrivliga til feløgini, starvsnevnd, dómsnevnd og grannskoðara FBF’s og verða lýstur alment ein mánað undan aðalfundinum.

d) Aðalfundarskrá:
1. Val av orðstýrara
2. Starvsnevndarformaðurin greiðir frá virki FBF’s í farna ári
3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi
4. Innkomin mál
5. Val av nevndum, tiltakslimum og grannskoðara
6. Ymiskt

grein 5
a) Møta á aðalfundi kann felag, sum hevur verið limur í FBF í minsta lagi ein mánað og hevur limagjalds- og onnur limaviðurskifti síni í lagi.

b) Møta á aðalfundi kann starvsnevndin, dómsnevndin, grannskoðari ÍSF’s og aðrar nevndir skipaðar undir FBF

d) Feløg, sum lúka tær treytir, ið nevndar eru í grein 5, kunnu senda í mesta lagi trý umboð at møta á aðalfundi.

grein 6
a) Atkvøðurætt á aðalfundinum við einari atkvøðu í part hava: Feløgini og Starvsnevndin við einari atkvøðu.

b) Dómsnevndin og grannskoðarin í ÍSF hava taluræt og rætt at seta fram uppskot á aðalfundinum, tó í samsvar við tær treytir, sum eru nevndar í grein 7

grein 7
a) Á aðalfundinum kunnu lógaruppskot ikki verða viðgjørd ella lógarbroytingar gjørdar uttan so, at tað er tilskilað í fundarskránni

b) Uppskot til lógarbroytingar, uppskot til nevndarlimir, sum feløgini og starvsnevndin ætla at skjóta upp á aðalfundinum og uppskot hjá feløgunum til evni til álitisstarv, skulu verða starvsnevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar fyri aðalfundin.

Undir øllum øðrum umstøðum skal starvsnevndin senda feløgunum, innan niðanfyri nevndu freist, lista yvir uppskot til nevndarlimir, soleiðis, at nevndir kunnu fullmannast.

Uppskotini verða so send feløgunum í seinasta lagi 8 dagar fyri aðalfundin

b) Uppskot um lóg og lógarbroytingar skulu vera starvsnevndinin í hendi í seinasta lagi fjúrtan dagar fyri aðalfundin. Uppskotini verða so send feløgunum í seinasta lagi átta dagar fyri aðalfundin.

d) Fyri at uppskot skal vinna sømdir á aðalfundi, skal meira enn helmingurin av teimum møttu, sum hava atkvøðurætt, atkvøða fyri.

ð) Stendur á jøvnum, er atkvøða starvsnevndarformansins avgerandi

e) Eykaaðalfundur kann vera hildin, um nevndin ynskir tað, ella um helvtin av feløgunum ynskja tað. Hann skal vera lýstur við dagsskrá og í samsvari við aðalfundarreglugerðirnar.

grein 8
a) Hægsti myndugleiki sambandsins er aðalfundurin. Dagligu leiðsluna av FBF hevur starvsnevndin.

b) Starvsnevndin telur millum 3 og 5 limir. Formaðurin/forkvinnan verður valdur beinleiðis av aðalfundinum. Starvsnevndin skipar seg við næstformanni/næstforkvinnu. Nevndarlimirnir verða valdir einsæris á aðalfundi fyri eitt 2-ára skeið. Formaðurin/forkvinnan og ein nevndarlimur verða valdir líkaár. Hinir nevndarlimirnir verða valdir ólíkaár. Valdir kunnu verða tveir tiltakslimir.  Telir nevndin 4 limir, er fomansins atkvøða avgerðandi. 

d) Starvsnevndin hevur í dagliga virkinum hægsta valdið í FBF og hevur m.a. øll fíggjalig viðurskifti um hendi. Til keyp og sølu av fastari ogn krevst tó aðalfundarsamtykt.

ð) Starvsnevndin kann seta starvsfólk, herundir stjóra ella aðalskrivara.

e) Starsnevndin hevur heimild at seta undirnevndir at taka sær av ávísum starvsøki, um neyðugt við limum uttan fyri FBF og ÍSF. Hvørt limafelag skal yvir fyri starvsnevndini útnevna ein av sínum limum, sum skal kunna átaka sær eitthvørt álitisstarv innan FBF.
Í seinasta lagi ein mánað eftir aðalfundin, skal starvsnevndin hava fullmannað undirnevndirnar.
Reglugerð um virksemi hjá undirnevndum skal gerast av starvsnevndini.

f) Undirnevndirnar, sum verða útnevndar av starvsnevndini, skipa seg við einum starvsnevndarlimi ella einum starvsfólki hjá FBF sum formanni/forkvinnu.

g) Undirnevndirnar hava fulla ábyrgd av sínum egna starvsøki

h) Undirnevndirnar taka avgerð í trætumálum innanfyri sítt egna øki.

Starvsnevndin avger, hvør undirnevnd skal loysa eina trætu, um ósemja er um hetta. Starvsnevndin kann taka málið til viðgerðar eftir áheitan ella av sínum eintingum, sum undirnevndir ikki kunnu loysa. Starvsnevndin hevur heimild at broyta avgerðir, ið tiknar eru av undirnevnd.

Nevndarlimir fáa onga løn fyri størv síni

j) Aðalfundurin tekur avgerð um handan av heiðursmerkjum og virðislønum

k) Starvsnevndin skal einaferð um árið senda ÍSF frágreiðing um virki sambandsins.

l) FBF skal kunna onnur sersambond(deildir undir ÍSF og ÍSF um altjóða stevnur, sum skulu vera í Føroyum.

m) FBF er uttanveltað í politiskum, sosialum og trúarspurningum.

grein 9
a) Fíggjarliga grundarlagið í FBF er inntøka av steypa- og landsdystum o.t., luttøkugjaldið og partur tillutaður frá ÍSF av landskassastudningi o.s.fr.

grein 10
a) Luttaka í lands- og steypakappingum og somuleiðis á landsliði kunnu tey, ið lúka tær reglur, sum til eina og hvørja tíð eru galdandi hjá ÍSF og FIVB

grein 11
a) Uppskot um avtøku av FBF kann verða lagt fram á aðalfundi, og skal tá, fyri at vinna sømdir, samtykkjast við í minsta lagi 3/4 av teimum, ið møtt eru og skulu í minsta lagi 3/4 av limunum vera hjástaddir.

b) Møguligar ognir falla til flogbóltin í landinum ella verða á annan hátt nýttar ítróttinum at gagni.


 

 

 

stuðlar