Flogbørn - torleikastig 3

Vegleiðing/krøv til Flogbarnakappingar 

Reglur fyri Flogbørn - Torleikastig: 0   1  |  2  |  3  |

Kappingartreyir fyri U12 dreingir og gentur

Reglur fyri U12 dreingir og gentur


Reglur fyri Flogbørn – torleikastig 3
(november 2024)


A) Reglur fyri servuna

1) Spælarin á serviplássinum servar. Undirhandarservu úr tí frástøðu frá netinum, sum leikarin megnar.
2) Triðja serva á rað frá sama spælara skal servast aftan fyri baklinjuna og kann vera yvirhandarserva/hoppserva.
3) Roterað verður eftir tríggjar servur frá sama spælara.
4) Servað verður har afturi á vøllinum mitt í – nr. 1 á tekningini.

 

B) Leikreglurnar

1) Fyrsta nerting skal vera eitt flogbóltsslag.
2) Onnur nertingin skal loftast og kastast víðari í eini glíðandi rørslu við eini ”loftiheving”.
3) Onnur nertingin spæld við vanligum flogbóltsslagi, er ein feilur.
4) Triðja nertingin skal vera eitt flogbóltsslag.
5) Spælast skal tríggjar ferðir
6) Allir spælarar á liðnum kunnu smassja og blokera
7) Skerming er ikki loyvd.
8) Ikki er loyvt at blokka servuna. 
 

Uppstilling og útskifting

9) Á einum liði kunnu vera 3 – 5 spælarar, harav í mesta lagi 4 kunnu vera inni á vøllinum. Eru 7 spælarar við til kapping, eru 4 spælarar á A-liðnum og 3 spælarar á B-liðnum.
10) 4 spælarar eru á hvørjum liði, sum stillar upp í rombuskapi (sí tekning).
11) Skift verður út eftir tørni (flótandi útskifting).
12) Tó er frí útskifting í sambandi við skaða.

 

C. Reglur fyri vallarstødd og net

1) Spælt verður á badmintonvølli til uttastu strikurnar á vøllinum.
2) Nethæddin er umleið 2 metrar.
3) Yvirtraðk er ikki loyvt. Ikki er loyvt at nerta við netið.

 

D. Leiktíð og stig

1) 2 leikbrá í hvørjum setti fyri hvørt lið.
2) Vanlig stiggeving eins og gjørt verður í landskappingini (running score).
3) Í teimum fyrstu tveimum settunum verður spælt upp í 25 stig; møguligt triðja sett upp í 15 stig.
4) Um tíðin gongur undan í eini kapping, kann byrjast við t.d. 7-7. Hetta er eisini galdandi fyri eitt møguligt 3. sett.

 

E. Bóltar

1) Á stigi 3 verður spælt við bóltum av slagnum Light við eini vekt millum 210 g og 235 g. Ikki-loyvdur bóltur fyri tey á 3. torleikastigi er Mikasa Kids Volleyball SKV5 160 g.



Vegleiðing/krøv til Flogbarnakappingar 

Reglur fyri Flogbørn - Torleikastig: 0   1  |  2  |  3  |

Kappingartreyir fyri U12 dreingir og gentur

Reglur fyri U12 dreingir og gentur

stuðlar