Landskapping fyri Sandflogbólt
§ 1 Yvirskipað ábyrgd
Landskappingin í sandflogbólti verður skipað sum kapping undir Flogbóltssambandi Føroya, og Flogbóltsssamband Føroya hevur øll rættindi til landskappingina í sandflogbólti.
Starvsnevndin fyri Flogbóltssamband Føroya og kappingarstjórin fyri FM í sandflogbólti hevur yvirskipaðu ábyrgdina fyri landskappingini í sandflogbólti.
Landskappingin verður skipað sum sandsflogbóltsstevnur kring landið, har tað eru lokalu feløgini ella onnur (lokali fyriskiparin), sum fyriskipa stevnurnar.
Lokali fyriskiparin hevur ábyrgdina av at fyriskipa stevnuna og er avgerðarmyndugleiki undir stevnuni. Lokali fyriskiparin skal áðrenn stevnan byrjar útnevna ein stevnuleiðara.
Avgerðir hjá stevnuleiðaranum kunnu kærast til kappingarstjóran og til starvsnevndina fyri FBF. Í sambandi við kærur verður víst til kappingareglurnar fyri flogbólt.
§2 Tal av stevnum og FM-stevnan
Íroknað FM-stevnuna, skulu fyriskipast í minsta lagi 4 stevnur og í mesta lagið 8 stevnur.
Kappingarstjórin og starvsnevndin fyri FBF gera avtalur við lokalar fyriskiparar um fyriskipan av stevnum. Stevnurnar skulu so vítt gjørligt og so vítt neyðugt leggjast eftir, at innandura flogbóltsárið, herundir eisini landsliðsvirksemið, er liðugt, og áðrenn innandura flogbóltsárið aftur byrjar.
Á hvørji stevnu skal ein kapping fyriskipast fyri kvinnur og ein fyri menn. Í serligum førum
kann lokalur fyriskipari gera avtalu við kappingarstjóran um, at stevnan bara er fyri annað kynið - kvinnur ella menn.
§ 3 Dystarreglur
Spælt verður eftir almennu sandflogbóltsreglunum frá FIVB.
§ 4 Krøv til luttakarar
Allir leikarar á stevnum skulu vera knýttir at einum felagi undir FBF og skulu hava leikloyvi sambært kappingarreglunum hjá FBF.
Eitt lið hevur tveir leikarar. Í minsta lagi annar leikarin skal vera føroyskur ríkisborgari.
Leikari skal verða fyltur 13 ár fyri at melda til stevnu.
Luttakandi leikarar skulu eisini vera til reiðar at vera dómarar í dystum á stevnunum.
§ 5 Tilmelding og kappingarskrá
FBF ger og almannakunnger eina skrá fyri FM kappingina - herundir fyri einstøku stevnurnar - og ásetur tilmeldingarfreistir.
Fyrsta stevnan er ein styrkismetingarkapping. Til hesa kapping verður ein leikskrá gjørd, har FBF og kappingarstjórin saman við stevnuleiðaranum gera eina leikskrá, har liðini verða styrkismett út frá úrslitum frá undanfarnum árum, landsliðsvirksemi fyri sandflogbólt og eftir metingum annars.
Leikskráirnar til stevnurnar eftir hesa verða gjørdar eftir styrkismeting frá undanfarnum stevnum.
Lokali fyriskiparin av eini stevnu hevur ábyrgd fyri at lýsa kappingina, taka ímóti tilmeldingum, leggja kappingina til rættis, útvega møgulig heiðursmerkir, gjøgnumføra kappingina og senda øll úrslit til FBF.
§ 6 Luttøkugjald
Kappingarstjórin og starvsnevndin fyri FBF áseta luttøkugjald fyri tilmelding til einstøku stevnurnar. Luttøkugjaldið verður býtt soleiðis, at lokali fyriskiparin fær 80% av tilmeldingargjaldinum, og FBF fær 20% av tilmeldingargjaldinum.
§ 7 stig
Lið fær 2 stig fyri at vinna dyst. Lið fær 0 stig fyri at tapa dyst. Raðfylgja, tá úrslit av einstakari stevnu verður gjørt upp, er 1) stig, 2) settmunur, 3) bóltmunur, 4) innanhýsis dystir 5) lutakast.
Lið, sum ikki møtir til dyst á eini stevnu, tapir dystin. Lið, sum ikki møtir til fyrsta dyst á eini stevnu, tapir allar dystirnar í stevnuni.
Á hvørjari stevnu fram til FM-stevnurnar verða FM-stig givin eftir plasering hjá liðunum. Stigini verða givin til hvønn leikara á liðnum eftir talvuni niðanfyri:
| Plasering á stevnu |
Plaserings- stig |
Bonusstig fyri luttøku |
Samlað stig |
|---|---|---|---|
| 1 | 240 | 40 | 280 |
| 2 | 200 | 40 | 240 |
| 3 | 170 | 40 | 210 |
| 4 | 150 | 40 | 190 |
| 5-6 | 120 | 40 | 160 |
| 7-8 | 95 | 40 | 135 |
| 9-12 | 70 | 40 | 110 |
| 13-14 | 55 | 40 | 95 |
| Restin | 40 | 40 | 80 |
FM-stigini fylgja hvørjum einstøkum leikara. Tá støðan millum lið skal gerast upp, verður tað gjørt sum samanteljing av stigunum hjá hvørjum leikara á einum liði.
§ 8 Broyting av liði
Um lið verður broytt vegna skaða ella av øðrum orsøkum, skal hetta fráboðast til kappingarstjóran. Leikari kann einans leika við einum liði á eini stevnu.
Um leikari gerst skaddur undir dysti, tapir liðið dystin. Óskaddi leikarin kann taka inn nýggjan leikara fyri at halda áfram á stevnuni. Óskaddi leikarin fær FM-stig á vanligan hátt. Skaddi leikarin og nýggi leikarin býta FM-stigini ímillum sín í mun til stigini, sum hesir hava verið við til at vunnið á stevnuni.
Broyting kann gerast á liðið undan eini stevnu, um hetta verður fráboðað til kappingarstjóran í minsta lagi 24 tímar undan stevnan byrjar.
§ 9 Heiðran av vinnarum, medaljur og vinningar
Vinnarin av eini stevnu verður kosin stevnumeistari. Lokali fyriskiparin ger av, um stevnumeistarin skal hava medalju, steyp ella annan vinning.
§ 9 FM-stevnan
Tey fýra liðini, sum samanlagt hava flest FM-stig av hvørjum kyni, koma víðari til FM-stevnuna. Vinnarin av FM stevnuni er føroyameistari.
§ 10 Fyriskipan ímeðan stevna er
Lið skulu møta minst 10 minuttir áðrenn dyst.
Dystir skulu byrja til ásetta tíðspunktið.
Um leikarar ikki eru møttir á vøllinum á tí tíðspunkti, sum dysturin skal byrja sambært kappingarskránni, tapa teir dystin 2–0.
Møguligt er at byrja ein dyst fyrr enn ásett í kappingarskránni, um allir leikarar eru møttir og samtykkja tað.
Lutakast skal nýtast til at avgera, um liðið fær valið at velja síðu ella servu.
Næsti dystur er 10 minuttir eftir undanfarna dystin. Teir 10 minuttirnir eru til at gera vøllin kláran til næsta dyst og til upphiting.
Lokali fyriskiparin skipar allar dystir og hevur fulla heimild til at gera broytingar undir kappingini.
Liðið, sum vinnur, skal raka linjurnar og javna sandin undir netinum. Um liðið hevur dómarauppgávu, skal liðið, sum tapti, gera hetta.
Ritari skal lata dómaraseðilin til stevnuleiðara beinanvegin eftir dystin.
Dystir á stevnu skulu skipast eftir hesum leisti:
| Tal av liðum | Tal av bólkum | Skipan í bólk | Dystarskipan |
|---|---|---|---|
| 10 | 2 | (1,4,5,8,10) (2,3,6,7,9) | Øll møta øllum, finala millum vinnarar, 3. pláss millum 2'arar. Plaseringsdystir millum hinar plaseringarnar. |
| 9 | 2 | (1,4,5,6,9) (2,3,7,8) | Øll møta øllum, finala millum vinnarar, 3. pláss millum 2'arar. Plaseringsdystir millum hinar plaseringarnar. |
| 8 | 2 | (1,4,5,8) (2,3,6,7) | Øll møta øllum, finala millum vinnarar, 3. pláss millum 2'arar. Plaseringsdystir millum hinar plaseringarnar. |
| 7 | 2 | (1,3,4,7) (2,5,6) |
Øll møta øllum, finala millum vinnarar, 3. pláss millum 2'arar. Plaseringsdystir millum hinar plaseringarnar. |
| 6 | 1 | Øll møta øllum. | |
| 5 | 1 | Øll møta øllum. | |
| 4 | 1 | Øll møta øllum, 1 móti 2 og 3 móti 4. | |
| 3 | 1 | Øll møta øllum í dupultkapping. |
Um so er, at nógv lið tekna seg til stevnu, og liðini eru sera ymisk í styrki, og lið tekna seg, sum ikki hava áhuga í FM kappingini, kann lokali fyriskiparin gera av, at skipa kappingina í ymiskar deildir. Her skal ein deild so vera FM-deildin, har FM-stig verða givin.
§11 Klæðir og nøvn
Lið skulu hava eins klæðir. Á leikbúnar skulu leikarar hava prentað nummur, 1 og 2 eftir ásetinum hjá FIVB.
Við tilmelding, skulu liðini áseta litir á leikbúnum. Leikbúnarnir skulu vera eins. Hartil skulu liðini við tilmelding áseta hvørji nøvn á leikarunum skulu brúkast til kappingina.
§ 12 Avlýsing
Um stevna verður steðga vegna veður, verða ongi FM-stig latin, um ikki øll liðini hava leikt ein dyst. Um øll liðini hava leikt ein dyst, verða FM-stig givin eftir støðuni.
Lokali fyriskiparin kann í samráð við FBF velja at áseta nýggjan dag til stevnuna ella at gjalda tilmeldingargjøldini aftur til liðini.
§ 13 Annað
Fyri onnur viðurskifti, sum ikki beinleiðis eru umrødd her, verður víst til kappingarreglurnar hjá FBF.