Flogbørn - torleikastig 1
Vegleiðing/krøv til Flogbarnakappingar
Reglur fyri Flogbørn - Torleikastig: 0 | 1 | 2 | 3 |
Kappingartreyir fyri U12 dreingir og gentur
Reglur fyri U12 dreingir og gentur
Reglur fyri Flogbørn – torleikastig 1
(november 2024)
A) Reglur fyri servuna
1) Frá tilvildarligum staði á vøllinum byrjar leikari spælið við eini undirhandarservu.
2) Tann spælarin, sum hevur bóltin, servar
B) Leikreglurnar
1) Á einum liði kunnu vera 3 – 5 spælarar, harav í mesta lagi 4 kunnu vera inni á vøllinum. Eru 7 spælarar við til kapping, eru 4 spælarar á A-liðnum og 3 spælarar á B-liðnum.
2) Bólturin skal loftast.
3) Bólturin skal kastast yvir um netið, har sum bólturin er loftaður. Spælarin má ikki ganga við bóltinum.
4) Tá spælari á tínum egna liði kastar bóltin yvir um netið, rotera spælararnir á liðinum eitt pláss við urinum.
5) Bólturin er mistur tá: bólturin ikki verður loftaður, verður kastaður í netið ella kastaður út av vøllinum. Somuleiðis eftir servifeil - tað er at bólturin ikki fer upp um netið ella út.
6) Tá bólturin er mistur, fer leikarin, sum átti feilin, av vøllinum. Í ivaføri avgerð venjarin, hvør leikari skal av vøllinum. Ein nýggj serva setur spælið í gongd aftur.
7) Tríggir loftaðir bóltar á rað merkir, at ein spælari verður fríaður og kann koma á vøllin aftur.
C) Reglur fyri vallarstødd og net
1) Spælt verður á badmintonvølli til uttastu strikurnar í breiddini, men tær innastu strikurnar í longdini.
2) Nethæddin er umleið 2 metrar.
3) Yvirtraðk og nerting við netið eru loyvd, um tað ikki órógvar mótstøðuliðið.
D) Leiktíð og stig
1) Dystartíðin er 10 minuttir.
2) Eitt leikbrá í hvørjum dysti fyri hvørt lið.
3) Eitt stig til liðið hvørja ferð vøllurin hjá mótstøðuliðnum er tómur – eingir spælarar eru eftir.
E. Bóltar
1) Á stigi 1 verður spælt við bóltum av slagnum Light við eini vekt millum 210 g og 235 g ella Mikasa Kids Volleyball SKV5 160 g.
Vegleiðing/krøv til Flogbarnakappingar
Reglur fyri Flogbørn - Torleikastig: 0 | 1 | 2 | 3 |
Kappingartreyir fyri U12 dreingir og gentur
Reglur fyri U12 dreingir og gentur