Flogbørn - torleikastig 2
Vegleiðing/krøv til Flogbarnakappingar
Reglur fyri Flogbørn - Torleikastig: 0 | 1 | 2 | 3 |
Kappingartreyir fyri U12 dreingir og gentur
Reglur fyri U12 dreingir og gentur
Reglur fyri Flogbørn – torleikastig 2
(november 2024)
A) Reglur fyri servuna
1) Tað liðið, sum hevur vunnið bóltin, byrjar spælið við eini undirhandarservu. Lutakast er ikki um bóltin við dystarbyrjan.
2) Liðið, sum hevur ruddað vøllin fyri spælarar, eigur servuna.
3) Eingin føst servi-raðfylgja. Tann leikarin, sum hevur/fær bóltin, servar. Servað verður frá tilvildarligum plássi á vøllinum.
B) Leikreglur
1) Á einum liði eru 3 – 5 spælarar, harav í mesta lagi 4 kunnu vera á vøllinum. Eru 7 spælarar við til kapping, eru 4 spælarar á A-liðnum og 3 spælarar á B-liðnum.
2) Loyvd køst: Bólturin verður kastaður yvir um netið við baggerslag-kasti, har sum bólturin er loftaður. Tað er ikki loyvt at ganga við bóltinum.
3) Loyvd sløg: Bólturin kann kastast upp til ein sjálvan og smassjast yvir um netið. Tú mást gjarna hoppa og smassja bóltin yvir um netið. Eitt smassj verður definerað sum eitt slag við flatari hond. Bólturin kann spælast yvir um netið við fingraslagi. Bólturin verður loftaður og kastaður upp til ein sjálvan og verður spældur yvir um netið við fingraslagi.
4) Tá spælari á tínum egna liði kastar bóltin, spælir við fingraslagi ella smassjar bóltin yvir um netið, tá rotera spælararnir á liðnum eitt pláss við urinum.
5) Bólturin er mistur tá: bólturin ikki verður loftaður, kastaður ella smassjaður í netið ella kastaður/smassjaður út av vøllinum. Um bólturin ikki verður kastaður ella smassjaður yvir um netið eftir regluni um slag og kast í punkti 2 og 3, er spælarin deyður.
6) Tá bólturin er mistur, fer leikarin, sum átti feilin, av vøllinum. Í ivaføri avger venjarin, hvør spælari skal av vøllinum. Ein nýggj serva setur spælið í gongd aftur.
7) Spælarar verða fríaðir við, at tikið verður ímóti bóltinum við baggerslagi til ein viðspælara ella spælt verður við fingraslagi til ein viðspælara. Eitt fingraslag verður definerað sum eitt slag, spælt omanfyri høvdið og spælt frameftir í sama rætning, sum føturnir vísa ella beint upp í loft (ikki til síðuna uttan føturnir vísa í tann rætningin). Verður bólturin ikki loftaður eftir baggerslagið ella fingraslagið, er bólturin mistur.
8) Tá bara ein spælari er eftir, kann hann taka ímóti við baggerslagi ella fingraslagi til sín sjálvs og lofta bóltinum, og við tí verður ein spælari fríaður.
C) Reglur fyri vallarstødd og net
1) Spælt verður á badmintonvølli til uttastu strikurnar í breiddini, men innastu strikurnar í longdini.
2) Nethæddin er umleið 2 metrar.
3) Yvirtraðk og nerting við netið eru loyvd, um tað ikki órógvar mótstøðuliðið.
D) Leiktíð og stig
1) Spælast kann í 10 minuttir hvønn dyst.
2) Eitt stig verður givið fyri “fríarar” við fullmannaðum liði og 2 stig fyri at rudda vøllin. Liðið við flest stigum, tá tíðin er farin, vinnur dystin.
3) Eitt leikbrá í hvørjum dysti fyri hvørt lið.
E. Bóltar
1) Á stigi 2 verður spælt við bóltum av slagnum Light við eini vekt millum 210 g og 235 g.
Í skúlahøpi verður spælt soleiðis, at stig bert verður givið, tá liðið hevur ruddað spælararnar á mótstøðuliðnum av vøllinum. At rudda spælararnar hjá mótstøðuliðnum av vøllinum gevur 1 stig. Í skúlahøpi spælir 4. flokkur á stigi 2.
Vegleiðing/krøv til Flogbarnakappingar
Reglur fyri Flogbørn - Torleikastig: 0 | 1 | 2 | 3 |
Kappingartreyir fyri U12 dreingir og gentur
Reglur fyri U12 dreingir og gentur