U12 reglur
Vegleiðing/krøv til Flogbarnakappingar
Reglur fyri Flogbørn - Torleikastig: 0 | 1 | 2 | 3 |
Kappingartreyir fyri U12 dreingir og gentur
Reglur fyri U12 dreingir og gentur
Reglur fyri U12 dreingir og gentur
(november 2024)
A) Reglur fyri servuna
1) Allar servur verða servaðar aftan fyri baklinjuna.
2) Valfrí serva.
3) Yvirtraðk verður dømt.
B) Leikreglur
1) Har einki annað er nevnt, verður spælt við vanligum flogbóltsreglum.
Uppstilling og útskifting
1) 4 spælarar skulu vera á vøllinum. (Kappingarleiðarin kann á degnum loyva, at spælt verður við 3 spælarum á vøllinum).
2) Stillast skal upp eftir rombuskapi.
3) Rombuskapið skal haldast. Spælarar kunnu so statt ikki býta um pláss.
4) Á dreingjaliði kunnu bara dreingir vera. Undantøk kunnu tó gerast frá hesum, um felagið bert hevur 1, 2 ella 3 dreingjaspælarar til dystin/kappingina.
5) Á gentuliði kunnu bara gentur vera. Eru dreingir á einum gentuliði, spælir liðið í dreingjadeildini.
6) 4 spælarar eru á hvørjum liðið, sum stillar upp í rombuskapi.
7) Eru 1-3 útskiftarar á einum liði, kann útskiftingin fara fram sum flótandi útskifting. Útskifting kann eisini gerast eftir vanligu útskiftingarreglunum, og í mesta lagi 6 útskiftingar kunnu gerast í einum setti. Áðrenn dysturin byrjar, skal dómarin kunnast um, hvør útskiftingarskipan er vald.
8) Tó er frí útskifting í sambandi við skaða.
C) Reglur fyri vallarstødd og net
1) Spælt verður á badmintonvølli til uttastu strikurnar á vøllinum.
2) Nethæddin er 2 metrar.
3) Yvirtraðk og nerting við netið verða dømd eftir vanligu flogbóltsreglunum.
D. Leiktíð og stig
1) 2 leikbrá í hvørjum setti fyri hvørt lið.
2) Vanlig stigageving, eins og gjørt verður í landskappingini (running score).
3 Í fyrstu tveimum settunum verður spælt upp í 25 stig. Í møguligum triðja setti til upp í 15 stig.
4) Um tíðin gongur undan í eini kapping, kann byrjast við t.d. 7-7. Eitt møguligt triðja sett byrjar somuleiðis við 7-7 og gongur upp í 15.
E. Bóltar
1) Í U12-bólkinum verður í útgangsstøði spælt við bólti at slagnum Light við eini vekt ímillum 210 g og 235 g. Ikki-loyvdur bóltur í U12-bólkinum er Mikasa Kids Volleyball SKV5 160 g.
2) Tað er felagið, ið skipar fyri, sum skal hava bóltar tøkar. Um tvey lið semjast um tað, kann spælast við vaksnamannabólti.
Vegleiðing/krøv til Flogbarnakappingar
Reglur fyri Flogbørn - Torleikastig: 0 | 1 | 2 | 3 |