Mannagongd fyri heilsuváttan
Sum samtykt á aðalfundinum hjá FBF 2021, skulu allir leikarar í Meistaradeildini hjá kvinnum og monnum hava eina heilsuváttan fyri at leika – fyri at hava og fáa leikaraloyvi (heinta skjalið niðast á síðuni).
Sambært grein 11 í kappingarreglunum skal leikari hava leikaraloyvi í seinasta lagi dagin fyri, dystur verður l½mmeiktur. Fyri at fáa hetta leikaraloyvið, skal heilsuváttan eisini fyriliggja. Hendan reglan umfatar bæði leikarar, sum eru í felagnum og leikarar, sum koma til felagið í sambandi við flytingar.
Sambært grein 10 í kappingarreglunum skulu feløg í minsta lagi 14 dagar undan kappingarbyrjan senda inn upplýsingar um leikarar, sum skulu leika í øllum deildum – herundir eisini meistaradeildunum.
Sum avleiðing av broytingini í grein 11 fara vit tí at krevja, at feløgini í Meistaradeildini eisini senda eina heilsuváttan fyri einstøku leikararnar, tá navnalisti sambært grein 10 verður sendur FBF.
Teir leikarar, sum ikki hava eina góðkenda heilsuváttan sambært grein 11, hava ikki leikaraloyvi uttan mun til, um umsitingin hjá FBF hevur haft stundir til at broyta listan við leikaraloyvum á www.fbf.fo ella ikki.
Heilsuváttanin skal verða ein FIVB M-3 Health Certificate Form, sum verður gjørd av lækna.
Feløgini gjalda sjálvi møguligan kostnað fyri heilsuváttanina.
Heilsuváttanin skal endurnýggjast árliga og latast inn sambært hesi mannagongd.
==>> Heinta FIVB M-3 Health Certificate Form (PDF) her! <<==
==>> Heinta FIVB M-3 Health Certificate Form (PDF) her! <<==
Flogbóltssamband Føroya
24. august 2021