Hálvfinalurnar í 1. deild kvinnum 9. og 10. apríl

Soleiðis eru hálvfinalurnar í 1. deild hjá kvinnum skipaðar:

Nr. 1 í bólki 1 spælir (eina) hálvfinalu ímóti nr. 2 í bólki 2. 
Nr. 1 í bólki 2 spælir (eina) hálvfinalu ímóti nr. 2 í bólki 1.
Liðið, sum var nr. 1 í bólkinum, hevur heimavøll í hálvfinaluni.

Hálvfinalur:
Mjølnir - KÍF í Badmintonhøllini týsdagin 9. apríl kl. 19.15.

Fleyr - Ternan í Gundadalshøllini mikudagin 10. apríl kl. 20:00.


Finala:
Vinnararnir av hálvfinalunum spæla finalu 27. apríl í Høllini á Hálsi - áðrenn FM-finalurnar hjá kvinnum og monnum í Føroya Tele-deildunum.