Føroysku kvinnurnar spæla seg upp

NEVZA-Championships U17 í Ikast

Føroysku U17 landsliðini eru í kapping í Ikast í hesum døgum. Føroysku genturnar endaðu í dynamitt-bólkinum saman við Finnlandi, Danmark og Onglandi, so tað hevur milt sagt verið ein trupul umgangur. 

Byrjanardysturin ímóti Onglandi var stórt vónbrot, har føroysku kvinnurnar ongantíð komu fyri seg yvirhøvur. Í næsta dystinum tóku kvinnurnar ímóti Finnlandi, sum í ár kemur við sama liði, sum vann kappingina í fjør. Hetta finska liðið er helst eitt tað besta liðið, ið nakrantíð hevur verið í NEVZA-kapping, og tær hava higartil bukað øll hini av. Har var heldur einki at gera, men tó vístu kvinnurnar munandi meira enn ímóti Onglandi. 

Í triðja dystinum var tað so Danmark, ið stóð hinumegin, og nú var heilt annað flog yvir føroyska liðnum. Serliga í triðja settinum lá væl fyri, og liðini fylgdust allan vegin, og føroysku kvinnurnar pressaðu Danmark til time-out við støðuna 22-23 til Danmark. Hetta setti var so nógv tað besta, sum føroysku kvinnurnar høvdu víst í kappingini, men tað varð kortini tapt tepurt 23-25.


Spældu heilt upp ímóti Onglandi
Úrslitini lagaðu seg soleiðis, at Ongland aftur gjørdist mótstøðuliðið í dag. Og nú var talan um heilt annan dyst enn tann fyrra. Tað varð greitt longu frá byrjan, tí Føroyar vístu heilt annað spæl enn í fyrra dystinum, og leingi lá settið til føroyskan sigur, men longur enn upp til 22 megnaðu genturnar tó ikki, hóast tær at kalla alt settið vóru omaná. 

Men nú høvdu genturnar fingið trúnna, og eftir 10 tapt sett á rað, vundu tær burturúr Onglandi í 2. setti, har móttøkan endiliga lá, sum hon skuldi at kalla alt settið. Sissal Ellefsdóttir vann í hesum settinum eitt ótal av álopum og var mest eyðsýndi føroyski leikarin. 

3. settið byrjaði katastrofalt við enskari leiðslu á 1-7 og 3-13, sum ongantíð minkaði nakað serligt. Tíbetur gjørdist 4. settið munandi meiri spennandi, hóast byrjanin var líka vánalig. Føroysku genturnar bardu seg inn aftur í dystin, og munurin minkaði alsamt og kundi verið minkaður enn meira, var tað ikki fyri heldur nógvum brendum servum. Dysturin endaði tí við 3-1 sigri til Ongland, men hetta var nógv besta úrslitið higartil. 

Í morgin er seinasti dysturin á skránni. Hann verður spældur kl. 8.00 føroyska tíð ímóti Svøríki, sum altíð hevur sterkt lið. Men lagið í føroysku leguni er gott, nú dysturin ímóti Onglandi gekk væl.

Leinki til beinleiðis stroyming er her: http://livestream.com/accounts/15606148