39 gentur til fyrstu venjingina hjá U16
Leygardagin 25. august hevði U16 landsliðið hjá gentum sína fyrstu venjing fram ímóti EM-kappingini, sum verður í Føroyum 3. – 7. januar 2019.
Íalt 39 gentur vóru til fyrstu venjingina, sum var í Stórhøllini á Hálsi.
Aldursbólkurin eru gentur føddar 1. januar 2004 ella seinni.
Liðini, sum verða við í kappingini, eru Finland, Svøríki, Danmark, Írland, Ísland og Føroyar.
Venjarar eru Rajko Petrovic og Hans Simonsen.