Um 50 fólk á dómaraskeið

Um vikuskiftið skipar Flogbóltssambandið fyri dómaraskeiði, har Hans Ole Nielsen (Hassan) frá danska flogbóltssambandinum fer at undirvísa.

Skeiðið er ætlað dómarum í meistaradeildini hjá kvinnum og monnum.

Tað er sera stór undirtøka fyri skeiðnum, og umleið 50 fólk hava teknað luttøku úr øllum feløgunum í Føroyum.

Ynski hjá FBF er sjálvandi at fáa eina góða lands- og steypakapping, eisini hvat viðvíkur dømingini.

Skeiðið verður hildið í ítróttarhøllini í Kollafirði.

Skráin:

Fríggjadagin 5. oktober
kl. 18 - 22: Teori

Leygardagin 6. oktober
Kl. 10 - 11: Kunning um døming
Kl. 11 - 18: Døming

Í sambandi við dømingina leygardagin, hevur Flogbóltssambandið samlað øll 6 ungdómslandsliðini hjá gentum og dreingum til venjingar í Kollafirði, har tey fara at leika ymiskar venjingardystir, soleiðis at dómararnir fáa nakrar praktiskar royndir.