Seks leikarar fyrsta dystin fríggjadagin

Seks leikarar á føroyska kvinnulandsliðnum fáa sín fyrsta A-landsdyst í morgin.

Hesar kvinnur eru frá vinstru (á myndini omanfyri):
Hilda Bolstad Mortensen (Fleyr), Barbara Herdalur Poulsen (Dráttur), Sirið D. Antoniussen (Mjølnir), Anna Larsen (Alborg (fyrr ÍF)), Hanna Iansdóttir Biskopstø (Ikast (fyrr Fleyr)) og Janna Falkvard (SÍ).

Allar hava verið partur av ungdómslandsliðunum U17 og U 9, og teirri menningarætlan, sum Flogbóltssambandið hevur skipað fyri gjøgnum árini, eins og fleiri teirra hava royndir frá fremstu deildini í Føroyum, og nu eisini í Danmark.

Dysturin fríggjadagin verður ímóti Írlandi, og verður spældur klokkan 12.00 í stóru høllin La Coque í Luksemborg.

Liðið hevur vant nógv saman síðani landskappingin endaði og hevur havt eina venjing í morgun, eins og ein stutt venjing verður í dystarhøllini í hóskvøldið.

Stroyming:
Dysturin í morgin verður stroymdur, og FM 1 hevur eisini beinleiðis frásøgn frá dystinum.
Leinki til hetta kemur á heimasíðuna seinni...