Á TRAPPUNI til HM/EM
Her eru okkara flogbóltsgentur avmyndaðar á nýggju uppihaldstrappuni í Vágsbotni saman við borgarstjóranum, sum tær vildu heilsa uppá á middegi.
Hetta er í sambandi við, at Tórshavnar Kommuna í dag og næstu tveir dagarnar er vertsbýur fyri HM/EM kapping í flogbólti fyri kvinnur.
Liðini sum eru við í kappingini eru Føroyar, Liktinstein, Írland og Kýpros.
Komandi 3 dagarnar verður Høllin á Hálsi karmur um íalt 6 altjóða landsdystir – tann fyrsti føroyski dysturin í kvøld kl. 20,00 ímóti Írlandi.
Kl. 17,00 spæla Liktinstein og Kýpros.