Aðalfundur í Flogbóltssambandi Føroya 18. juni
Til øll feløgini!
Kallað verður til aðalfund í Flogbóltssambandi Føroya sunnudagin 18. juni kl. 13.00 á Hotel Føroyum.
Aðalfundarskrá sambært grein 4:
1. Val av orðstýrara
2. Starvsnevndarformaðurin greiðir frá virki FBF’s í farna ári
3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi
4. Innkomin mál
5. Val av nevndum, tiltakslimum og grannskoðara
6. Ymiskt
Mannagongdin fyri aðalfundinum er lýst soleiðis:
grein 5
a) Møta á aðalfundi kann felag, sum hevur verið limur í FBF í minsta lagi ein mánað og hevur limagjalds- og onnur limaviðurskifti síni í lagi.
b) Møta á aðalfundi kann starvsnevndin, dómsnevndin, grannskoðari ÍSF’s og aðrar nevndir skipaðar undir FBF
d) Feløg, sum lúka tær treytir, ið nevndar eru í grein 5, kunnu senda í mesta lagi trý umboð at møta á aðalfundi.
grein 6
a) Atkvøðurætt á aðalfundinum við einari atkvøðu í part hava: Feløgini og Starvsnevndin við einari atkvøðu.
b) Dómsnevndin og grannskoðarin í ÍSF hava taluræt og rætt at seta fram uppskot á aðalfundinum, tó í samsvar við tær treytir, sum eru nevndar í grein 7
grein 7
a) Á aðalfundinum kunnu lógaruppskot ikki verða viðgjørd ella lógarbroytingar gjørdar uttan so, at tað er tilskilað í fundarskránni
b) Uppskot til lógarbroytingar, uppskot til nevndarlimir, sum feløgini og starvsnevndin ætla at skjóta upp á aðalfundinum sambært grein 8.1 og uppskotið hjá feløgunum til evni til álitisstarv sambært grein 8.4 og 8.5, skulu verða starvsnevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar fyri aðalfundin.
Undir øllum øðrum umstøðum skal starvsnevndin senda feløgunum, innan niðanfyri nevndu freist, lista yvir uppskot til nevndarlimir, soleiðis, at nevndir kunnu fullmannast.
Uppskotini verða so send feløgunum í seinasta lagi 8 dagar fyri aðalfundin
b) Uppskot um lóg og lógarbroytingar skulu vera starvsnevndinin í hendi í seinasta lagi fjúrtan dagar fyri aðalfundin. Uppskotini verða so send feløgunum í seinasta lagi átta dagar fyri aðalfundin.
d) Fyri at uppskot skal vinna sømdir á aðalfundi, skal meira enn helmingurin av teimum møttu, sum hava atkvøðurætt, atkvøða fyri.
ð) Stendur á jøvnum, er atkvøða starvsnevndarformansins avgerandi
e) Eykaaðalfundur kann vera hildin, um nevndin ynskir tað, ella um helvtin av feløgunum ynskja tað. Hann skal vera lýstur við dagsskrá og í samsvari við aðalfundarreglugerðirnar.
Fyri vali standa í verandi starvsnevnd Rúna Hentze, skrivari og Niclas Joensen, næstformaður og peningarøkil. Harumframt er ein sessur ikki mannaður. Veljast skulu sostatt 3 umboð í starvsnevndina umframt tiltakslimir, limir til føstu nevndirnar og grannskoðarar.
Vinaliga
Flogbóltssamband Føroya
Magnus Tausen
formaður