Aðalfundurin í FBF útsettur til leygardagin 20. juni kl. 13.00
Til øll feløgini!
Lýsti aðalfundurin í Flogbóltssambandi Føroya er útsettur eina viku til leygardagin 20. juni kl. 13.00 á Hotell Føroyum.
Heitt verður á feløgini at boða frá, hvussu nógv umboð tit senda til fundin. Hvørt felag hevur rætt til at hava 3 umboð.
Vinaliga
Flogbóltssamband Føroya
Magnus Tausen
formaður
=======================================
Upprunaliga lýsingin við skrá niðanfyri:
Til øll feløgini!
Kallað verður til aðalfund í Flogbóltssambandi Føroya leygardagin 13. juni kl. 13.00 á Hotell Føroyum.
Skrá sambært viðtøkunum:
1. Val av orðstýrara
2. Starvsnevndarformaðurin greiðir frá virki FBF í farna ári
3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi
4. Innkomin mál
5. Val av nevndum, tiltakslimum og grannskoðara
6. Ymiskt
Fyri vali standa 2 nevndarlimir og formaður.
Uppskot til nevndarlimir og formann, lógarbroytingar og annað skal verða handfarið so sum tilskilað í grein 7:
a) Á aðalfundinum kunnu lógaruppskot ikki verða viðgjørd ella lógarbroytingar gjørdar uttan so, at tað er tilskilað í fundarskránni
b) Uppskot til lógarbroytingar, uppskot til nevndarlimir, sum feløgini og starvsnevndin ætla at skjóta upp á aðalfundinum sambært grein 8.1 og uppskotið hjá feløgunum til evni til álitisstarv sambært grein 8.4 og 8.5, skulu verða starvsnevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar fyri aðalfundin.
Uppskotini verða so send feløgunum í seinasta lagi 8 dagar fyri aðalfundin
Vinaliga
Flogbóltssamband Føroya
Magnus Tausen
formaður