Lýst verður til aðalfund í FBF 26. mai 2019

(Lýsingin fyri aðalfundin kann eisini heintast á PDF her)
 



Tórshavn 28. apríl í 2019

Til øll feløgini!

Lýst verður til aðalfund í Flogbóltssambandi Føroya sunnudagin 26. mai kl. 13.00 á Hotell Føroyum.

Skrá sambært grein 4 í lógunum:
 

grein 4
a)
Aðalfundurin skal verða hildin á hvørjum ári og ikki seinni enn 15. juni
b) Aðalfundurin skal verða fráboðaður skrivliga til feløgini, starvsnevnd, dómsnevnd og grannskoðara FBF’s og verða lýstur alment ein mánað undan aðalfundinum.
d) Aðalfundarskrá:
    1. Val av orðstýrara
    2. Starvsnevndarformaðurin greiðir frá virki FBF’s í farna ári
    3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi
    4. Innkomin mál
    5. Val av nevndum, tiltakslimum og grannskoðara
    6. Ymiskt

Onnur viðurskifti viðv. aðalfundinum:


grein 5
a) Møta á aðalfundi kann felag, sum hevur verið limur í FBF í minsta lagi ein mánað og hevur limagjalds- og onnur limaviðurskifti síni í lagi.
b) Møta á aðalfundi kann starvsnevndin, dómsnevndin, grannskoðari ÍSF’s og aðrar nevndir skipaðar undir FBF
d) Feløg, sum lúka tær treytir, ið nevndar eru í grein 5, kunnu senda í mesta lagi trý umboð at møta á aðalfundi.

grein 6
a)
Atkvøðurætt á aðalfundinum við einari atkvøðu í part hava: Feløgini og Starvsnevndin við einari atkvøðu.

Leggið til merkis:
Sambært grein 4 b eigur aðalfundurin at verða lýstur ein mánað áðrenn. Vanliga verður hetta tulkað sum 30 dagar. Nevndin í FBF heitir á feløgini at góðkenna, at tíðarfreistin til aðalfundin verður 28 dagar

Tá ið tað viðvíkur pkt. 4 Innkomin mál, verður hetta umtalað í grein 7: 

grein 7
a)
Á aðalfundinum kunnu lógaruppskot ikki verða viðgjørd ella lógarbroytingar gjørdar uttan so, at tað er tilskilað í fundarskránni
b) Uppskot til lógarbroytingar, uppskot til nevndarlimir, sum feløgini og starvsnevndin ætla at skjóta upp á aðalfundinum sambært grein 8.1 og uppskotið hjá feløgunum til evni til álitisstarv sambært grein 8.4 og 8.5, skulu verða starvsnevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar fyri aðalfundin.

Undir øllum øðrum umstøðum skal starvsnevndin senda feløgunum, innan niðanfyri nevndu freist, lista yvir uppskot til nevndarlimir, soleiðis, at nevndir kunnu fullmannast.

Uppskotini verða so send feløgunum í seinasta lagi 8 dagar fyri aðalfundin

b) Uppskot um lóg og lógarbroytingar skulu vera starvsnevndinin í hendi í seinasta lagi fjúrtan dagar fyri aðalfundin. Uppskotini verða so send feløgunum í seinasta lagi átta dagar fyri aðalfundin. 

Tá ið tað viðvíkur pkt. 5 Val av nevndum, tiltakslimum og grannskoðara er hetta umtala í grein 8:

grein 8
b)
Í starvsnevndini sita formaður, næstformaður og tríggjir nevndarlimir. Teir verða valdir einsæris á aðalfundinum fyri eitt tveyára skeið. Formaðurin og ein nevndarlimur verður valdur líkaár og næstformaður og hinir nevndarlimirnir ólíkaár. Valdir verða tveir tiltakslimir.

Fyri vali á aðalfundinum 28. mai í 2019 standa: Niclas Joensen – næstformaður, Rúna Hentze – skrivari, Jónley Poulsen – nevndarlimur. Øll fyri eitt 2-ára skeið. Harumframt skulu 2 tiltakslimir verða valdir fyri eitt 1-árs skeið.

Formansfrágreiðing verður send tykkum saman við øðrum tilfari í seinasta lagi 8 dagar fyri aðalfundin so sum ásett í grein 7 b.
 

Vinaliga
flogbóltssamband Føroya
MagnusTausen
formaður