Ársaðalfundur FBF verður sunnudagin 13. juni 2021

Dagføring: 
Ársaðalfundurin, sum varð lýstur at vera sunnudagin 13. juni kl. 13.00, er útsettur til kl. 13:30!

----------------------------
Til øll feløgini!

Árligi aðalfundurin í FBF verður

Sunnudagin 13. juni 2021 kl. 13:00 á Hotel Føroya 
MEN ER ÚTSETTUT TIL kl. 13.30!

 

Aðalfundarskrá sambært grein 4:
1. Val av orðstýrara
2. Starvsnevndarformaðurin greiðir frá virki FBF’s í farna ári
3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi
4. Innkomin mál
5. Val av nevndum, tiltakslimum og grannskoðara
6. Ymiskt

Viðv. pkt. 4:
Feløgini kunnu fáa mál reist á aðalfundinum og koma við uppskotum til lógarbroytingar o.a. Mannagongdin fyri hesum er umrødd í grein 7-  sí niðanfyri. Leggið til merkis, at uppskot skulu vera inni í seinasta lagi 14 dagar fyri aðalfundin.

Viðv. pkt. 5:
Fyri vali standa Jónley Poulsen – næstforkvinna, Winnie Simonsen og Guðrun Joensen nevndarlimir. Uppskot til nevndarlimir umframt uppskot til tiltakslimir skal vera inni í seinasta lagi 14 dagar fyri aðalfundin.

Formansfrágreiðing verður send tykkum saman við øðrum tilfari í seinasta lagi 8 dagar fyri aðalfundin so sum ásett í grein 7 b.

Greinar í lógunum, sum viðvíkja aðalfundinum

grein 5
a) Møta á aðalfundi kann felag, sum hevur verið limur í FBF í minsta lagi ein mánað og hevur limagjalds- og onnur limaviðurskifti síni í lagi.

b) Møta á aðalfundi kann starvsnevndin, dómsnevndin, grannskoðari ÍSF’s og aðrar nevndir skipaðar undir FBF

d) Feløg, sum lúka tær treytir, ið nevndar eru í grein 5, kunnu senda í mesta lagi trý umboð at møta á aðalfundi.


grein 6
a) Atkvøðurætt á aðalfundinum við einari atkvøðu í part hava: Feløgini og Starvsnevndin við einari atkvøðu.

b) Dómsnevndin og grannskoðarin í ÍSF hava taluræt og rætt at seta fram uppskot á aðalfundinum, tó í samsvar við tær treytir, sum eru nevndar í grein 7


grein 7
a) Á aðalfundinum kunnu lógaruppskot ikki verða viðgjørd ella lógarbroytingar gjørdar uttan so, at tað er tilskilað í fundarskránni

b) Uppskot til lógarbroytingar, uppskot til nevndarlimir, sum feløgini og starvsnevndin ætla at skjóta upp á aðalfundinum sambært grein 8.1 og uppskotið hjá feløgunum til evni til álitisstarv sambært grein 8.4 og 8.5, skulu verða starvsnevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar fyri aðalfundin.

Undir øllum øðrum umstøðum skal starvsnevndin senda feløgunum, innan niðanfyri nevndu freist, lista yvir uppskot til nevndarlimir, soleiðis, at nevndir kunnu fullmannast.

Uppskotini verða so send feløgunum í seinasta lagi 8 dagar fyri aðalfundin

b) Uppskot um lóg og lógarbroytingar skulu vera starvsnevndinin í hendi í seinasta lagi fjúrtan dagar fyri aðalfundin. Uppskotini verða so send feløgunum í seinasta lagi átta dagar fyri aðalfundin.

d) Fyri at uppskot skal vinna sømdir á aðalfundi, skal meira enn helmingurin av teimum møttu, sum hava atkvøðurætt, atkvøða fyri.

ð) Stendur á jøvnum, er atkvøða starvsnevndarformansins avgerandi

e) Eykaaðalfundur kann vera hildin, um nevndin ynskir tað, ella um helvtin av feløgunum ynskja tað. Hann skal vera lýstur við dagsskrá og í samsvari við aðalfundarreglugerðirnar.


grein 8
a) Hægsti myndugleiki sambandsins er aðalfundurin. Dagligu leiðsluna av FBF hevur starvsnevndin.

b) Í starvsnevndini sita formaður, næstformaður og tríggjir nevndarlimir. Teir verða valdir einsæris á aðalfundinum fyri eitt tveyára skeið. Formaðurin og ein nevndarlimur verður valdur líkaár og næstformaður og hinir nevndarlimirnir ólíkaár. Valdir verða tveir tiltakslimir.

d) Starvsnevndin hevur í dagliga virkinum hægsta valdið í FBF og hevur m.a. øll fíggjalig viðurskifti um hendi. Til keyp og sølu av fastari ogn krevst tó aðalfundarsamtykt.

ð) Starvsnevndin kann seta kassameistara

e) Starsnevndin hevur heimild at seta undirnevndir at taka sær av ávísum starvsøki, um neyðugt við limum uttan fyri FBF og ÍSF. Hvørt limafelag skal yvir fyri starvsnevndini útnevna ein av sínum limum, sum skal kunna átaka sær eitthvørt álitisstarv innan FBF.

Í seinasta lagi ein mánað eftir aðalfundin, skal starvsnevndin hava fullmannað undirnevndirnar.

Reglugerð um virksemi hjá undirnevndum skal gerast av starvsnevndini.

f) Undirnevndirnar, sum verða útnevndar av starvsnevndini, skipa seg við einum starvsnevndarlimi sum formanni.

g) Undirnevndirnar hava fulla ábyrgd av sínum egna starvsøki

h) Undirnevndirnar taka avgerð í trætumálum innanfyri sítt egna øki.

Starvsnevndin avger, hvør undirnevnd skal loysa eina trætu, um ósemja er um hetta. Starvsnevndin kann taka málið til viðgerðar eftir áheitan ella av sínum eintingum, sum undirnevndir ikki kunnu loysa. Starvsnevndin hevur heimild at broyta avgerðir, ið tiknar eru av undirnevnd.

Nevndarlimir fáa onga løn fyri størv síni

j) Aðalfundurin tekur avgerð um handan av heiðursmerkjum og virðislønum

k) Starvsnevndin skal einaferð um árið senda ÍSF frágreiðing um virki sambandsins.

l) FBF skal kunna onnur sersambond (deildir undir ÍSF og ÍSF) um altjóða stevnur, sum skulu vera í Føroyum.

m) FBF er uttanveltað í politiskum, sosialum og trúarspurningum.