Aðalufundur í FBF 19. juni kl. 13.00 í ÍSF-húsinum

Til øll feløgini!

Sum áður kunngjørt verður aðalfundur hjá FBF sunnudagin 19. juni kl. 13.00. Fundurin er fluttur í ÍSF-húsið í Gundadali.

Skrá:
1. Val av orðstýrara
2. Starvsnevndarformaðurin greiðir frá virki FBF’s í farna ári
3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi
4. Innkomin mál
5. Val av nevndum, tiltakslimum og grannskoðara
6. Ymiskt

Viðv. pkt. 2.
Í sambandi við formansfrágreiðingina er lagt við skriv frá KÍF. Nógv av hesum viðurskiftum, sum KÍF vísir á, verða nomin við í formansfrágreiðingini, og heitt verður á feløgini at gera sær sínar hugsanir um hetta, so kjakið gerst gott og niðurstøðurnar greiðar í sambandi við umrøðuna av formansfrágreiðingini.

PDF-fílur: FBF | KÍF


Viðv. pkt. 4.
1. Lagt við er skriv, har nakrar fáar broytingar verða skotnar upp frá starvsnevndini í FBF viðv. kappingarreglum fyri yngri deildir.
2. Starvsnevndin í FBF hevur gingið ynski á møti at stovna TB-flogbólt undir FBF við rættindum og skyldum, sum TB higartil hevur havt. Málið verður lagt fyri aðalfundin til góðkenningar.

Viðv. grein 4. a og b.

Verandi orðing:
grein 4
a) Aðalfundurin verður hildin í triðja leygardag í apríl mánað

b) Aðalfundurin skal verða fráboðaður skrivliga til feløgini, starvsnevnd, dómsnevnd og grannskoðara FBF’s og verða lýstur í bløðunum ein mánað undan aðalfundinum

 

Nýggj orðing:
grein 4
a) Aðalfundurin skal verða hildin á hvørjum ári og ikki seinni enn 15. juni

b) Aðalfundurin skal verða fráboðaður skrivliga til feløgini, starvsnevnd, dómsnevnd og grannskoðara FBF’s og verða lýstur alment ein mánað undan aðalfundinum


Viðv. pkt. 5
Fyri vali standa ein starvsnevndarlimur og formaður.

Magnus Tausen tekur við afturvali sum formaður.

Christian Nagata tekur við afturvali sum starvsnevndarlimur

Eingi onnur valevni eru komin inn.

Væl møtt!

Vinaliga
Flogbóltssamband Føroya

Magnus Tausen
formaður