Aleksandar Boričić farin

Ein flogbóltslegenda er farin um sýn. 

Tað var tungt mikudagin 4. mars at hoyra boðini um, at Aleksandar Boričić er farin í annað ljós. 

Aleksandar hevur nógvu tey seinnu árini verið týdningarmesti persónurin í evropiskum flogbólti. Síðani hann tók við sum CEV forseti í 2015, hevur hann broytt evropiska flogbóltsheimin munandi. Umframt hetta, so var Aleksandar eitt vinarligt og fryntligt menniskja, sum altíð gav sær stundir at lurta og viðmerkja. Hann var ein vinur.


Aleksandar var eisini ein Føroyavinur og var hann altíð sera hjálpsamur og áhugaður, tá okkurt var áfatt í Føroyum. Aleksandar var í Føroyum og vitjaði stutt undan korona farsóttin byrjaði. Hann tosaði so mangan um hesa ferðina. Tað sum var serligt fyri hann var, at í Føroyum var hann ikki bara á hotellum, matstovum og fundarhølum eins og vanligt á hansara mongu ferðum. Her var hann boðin heim til fólk at eta og lærdi hann her nakað um føroyska mentan.

Aleksandar hevur haft stóra ávirkan á leiðina, sum føroyskur flogbóltur hevur haft seinnu árini.

Aleksandar Boričić  varð føddur í Beograd í Serbia í 1948. Aleksandar var leikari við Reyðu Stjørnu og leikti hann 103 landsdystir við serbiska landsliðnum. Seinni bleiv Aleksandar venjari og stjóri í Reyðu Stjørnu. Frá 1992 til 2004 var Aleksandar forseti í serbiska flogbóltssambandinum. 

Frá 2006 til 2015 var hann 1. varaforseti í CEV og frá 2015 til 2024 var hann forseti í CEV.

Vit í Flogbóltssambandi Føroya ynskja at vísa konu hansara og hansara nærmastu samkenslu. Vit drýpa høvur í sorg og lýsa frið yvir minnið yvir Aleksandar Boričić, fyrrverandi forseta í CEV.