FBF avlýsir alt!
Til øll feløgini!
Flogbóltssamband Føroya hevur í allari tilgongdini viðv. Corna-virusinum havt nógv samband við avvarðandi myndugleikar.
Nú støðan er vorðin álvarsligari, setur Flogbóltssamband Føroya hesi átøk í verk alt fyri eitt galdandi næstu 2 vikurnar fyri fyrst. Tað er frá í dag 12. mars og til 26. mars fyri fyrst:
- Allir landskappingardystir verða útsettir - FBF loyvir ikki feløgunum at leika nakrar landskappingardystir næstu tvær vikurnar. Hetta galdandi frá nú og í 2 vikur. EINGIR DYSTIR SKULU LEIKAST!
- Allar kappingar fyri yngri deildir verða avlýstar - tað merkir, at ætlaða kappingin 21. mars í høllini á Hálsi er avlýst
- Allar landsliðsvenjingar verða avlýstar
- FM-yngri stendur at vera 27., 28. og 29. mars. Enn er støða ikki tikin til, hvussu verður við tí, men alt bendir á, at FM-yngri má flytast. Nærri boð verða givin um tað í næstum
- Flogbóltssamband Føroya heitir inniliga á øll feløgini at steðga allari venjing í øllum deildum frá í dag og í 2 vikur fyri fyrst.
Alt tað, ið her er nevnt, er gjørt í samstarvi við myndugleikarnar og ÍSF.
Eru ivamál ella spurningar, eru tit væl komin at venda tykkum til okkara.
Flogbóltssamband Føroya
Magnus Tausen
formaður