Magnus Tausen valdur til ársins ambassadør
Sí handanina í Flogbóltsvarpinum: Magnus var paff!
Visit Faroe Islands valdi hóskvøldið formannin í Flogbóltssambandinum Magnus Tausen til Ársins Ambassadør.
Í Flogbóltsvarpinum er upptøka av handanini, har Magnus varð púra tikin á bóli, tí hann visti einki um tað frammanundan.
(Upptøkuna hevur Jákup í Jákupsstovu gjørt).
Grundgevingarnar hjá Visit Faroe Islands at velja Magnus Tausen til ársins ambassaør 2019 vóru soljóðandi:
"Flogbóltssambandið hevur í fleiri ár skipað fyri stórum altjóða kappingum í Føroyum.
Í 2018 var kappingin fyri EM smátjóðir í U20 hjá monnum. Til kappingina komu 4 lið við 18 leikarum á hvørjum liði. Haraftrat vóru tað dupulta av luttakarum tengd at kappingini sum til dømis hjálparfólk. Eisini var ein gentukapping í januar mánaði 2019.
Magnus Tausen er ein sonn eldsál innan flogbóltin í Føroyum. Hann hevur saman við Niclas Joensen ment flogbóltin frá teimum heilt smáu flogbørnunum til altjóða kappingar fyri ymsu aldursbólkarnar. Á henda hátt mennir hann ítróttina í øllum liðum, har altjóða kappingarnar eru við til at geva føroysku leikarunum íblástur og avbjóðingar og lyfta flogbóltin á eitt hægri støði."