Gallaveitsla og ársins leikarar 2017

Leygarkvøldið var stór gallaveitsla í Sørvági á Hotel Vágum. Tað var SÍ sum skipaði fyri.

Undan veitsluni høvdu venjararnir og liðformenninir á einstøku liðunum stemmað um ársins leikarar o.a. Úrslitið gjørdist hetta:

Ársins leikarar:
Kvinnur:
Anna Sunadóttir Hansen (Dráttur)
Menn: Trygvi Hansen (Ternan)


Ársins hevarar: 
Kvinnur:
Guðrun Simona L. Joensen (KÍF)
Menn: Niels Niclasen (Fleyr)
(Niels var ikki til staðar, og tí tók Jóhan Arni Elisson Wang ímóti heiðrinum hansara vegna)


Ársins blokkleikarar:
Kvinnur:
Sóleyð Mørch Poulsen (KÍF)
Menn: Jóhan Arni Elisson Wang (Fleyr)


Ársins álopsleikarar:
Kvinnur: Anna Sunadóttir Hansen (Dráttur)
Menn: Niels Erik Anderson (SÍ)


Ársins verjuleikarar:
Kvinnur: Barbara Herdalur Poulsen (Dráttur)
Menn: Jóhan Petur á Stongum (SÍ)

 


Ársins stjørnuskot:
Kvinnur: Inga Helena Henriksen (SÍ)
Menn: Ingálvur Olsen (ÍF) og Jón W Simonsen (SÍ)
(Báðir fingu heiðursplátu, tí at javnt var í atkvøðutalinum teirra millum).


Ársins venjarar:
Kvinnur:
Elisabeth Sandberg Rasmussen (Dráttur)
Menn: Boban Ilic (ÍF)
(Boban var ikki til staðar, og tí tók Tróndur Høgnason Hansen ímóti heiðrinum hansara vegna)


Ársins dómari:
Sonni Zachariassen (høgrumegin)