Tey bestu 2019

Kl. 23:08:
Ársins leikarar

Á Giljanesi eru ársins leikarar júst kunngjørdir.

Vinnarin hjá kvinnunum gjørdist Sofía Purkhús Splidt hjá Mjølni, og hjá monnunum varð tað Philip Freere, eisini úr Mjølni, sum vann heiðurin.

Sofía Purkhús Splidt, Mjølnir og Philip Freere, Mjønir




Kl. 22:58:
Ársins venjarar

Á Giljanesi eru Ársins venjarar júst kunngjørdir.

Vinnarin hjá kvinnunum gjørdist Annika á Stongum úr SÍ, og hjá monnunum varð tað Philip Freere, úr Mjølni, sum vann heiðurin.


Annika á Stongum, SÍ og Philip Freere, Mjølnir




Kl. 22:31:
Ársins stjørnuskot

Á Giljanesi eru ársins stjørnuskot júst kunngjørd.

Vinnarin hjá kvinnunum gjørdist Janna Falkvard úr SÍ, og hjá monnunum varð tað Dávið Hentze, úr Mjølni, sum vann heiðurin.

Janna Falkvard​, SÍ


Dávið Hentze var ikki til staðar, men hatta er heiðursplátan hann fekk 
 




Kl. 21:44:
Ársins álopsleikarar


Á Giljanesi eru ársins áleyparar júst kunngjørdir.

Vinnarin hjá kvinnunum gjørdist Sofía Purkhús Splidt úr Mjølni, og hjá monnunum varð tað Philip Freere, eisini úr Mjølni, sum vann heiðurin.

Sofía Purkhús Splidt, Mjølnir og Philip Freere, Mjølnir



Kl. 21:35:
Ársins blokkleikarar

Á Giljanesi eru ársins blokkleikarar júst kunngjørdir.

Vinnarin hjá kvinnunum gjørdist Súsanna Sólrunardóttir Ludvig úr Fleyr, og hjá monnunum varð tað Trygvi Hansen úr Mjølni, sum vann heiðurin.

Súsanna Sólrunardóttir Ludvig, Fleyr og Trygvi Hansen, Mjølnir



Kl. 21:12:
Ársins verjuleikarar

Á Giljanesi eru Ársins verjuleikarar júst kunngjørdir.

Vinnarin hjá kvinnunum gjørdist Tórfríð Tavsen úr SÍ, og hjá monnunum varð tað Jóhan Petur á Stongum, eisini úr Sí, sum vann heiðurin.


Jóhan Petur á Stongum, SÍ, og Tórfríð Tavsen, SÍ



Kl. 21:01:
Ársins hevarar

Á Giljanesi eru ársins hevarar júst kunngjørdir.

Vinnarin hjá kvinnunum gjørdist Janna Falkvard úr SÍ, og hjá monnunum var tað Thorvald Danielsen, Mjølnir, sum fekk maksimum stig frá øllum.

Janna Falkvard, SÍ og Thorvald Danielsen, Mjølnir



Kl. 20:24:
Óli G. Samuelsen ársins eldsál

Gallaveitslan fyri flogbóltsfólkið er byrjað á Giljanesi, og Flogbóltssamband Føroya hevur í ár valt at útluta eina eyka viðurkenning: Ársins eldsál.

Vinnarin av hesum gjørdist Óli G. Samuelsen, sum hevur ferðast runt landið í sambandi við frásagnir fyri FM1, eins og hann hevur verið knýttur at fleiri av tiltøkunum, sum hava verið í ár og árunum undan hesum.

Óli G. Samuelsen, ársins eldsál