Atlantic Airways og Flogbóltssamband Føroya leingja samstarvið
Atlantic Airways og Flogbóltssamband Føroya hava í dag undirskrivað sáttmála, har sponsoravtalan verður longd.
Atlantic Airways hevur í nøkur ár stuðlað landsliðsarbeiðinum hjá Flogbóltssambandinum, og hetta heldur nú fram. Árni Olsen, sølu- og marknaðarleiðari á Atlantic Airways, og Peter Holm, formaður í FBF, undirkrivaðu í dag avtalu um, at samstarvið heldur fram.
Flogbóltssamband Føroya hevur lagt ambitiøsar ætlanir fyri landsliðini, og fara A- og U-landsliðini frá 2022 at luttaka í teimum stóru CEV EuroVolley kvalifikatiónskappingunum umframt norðuratlantisku NEVZA kappinginum.
"CEV kappingarnar eru eitt munandi stig uppeftir fyri flogbóltin í Føroyum, og tí eru vit í FBF sera glað um hetta samstarvið, tí tað er ein fortreyt fyri, at ambitiøsu ætlanirnar fara at bera á mál, sigur Peter Holm", formaður í FBF.