B71 er við aftur

Mikukvøldið 27. november var aftur landskappingardystur í flogbólti leiktur í stásiligu ítróttahøllini á Sandi. Hetta er fyrstu ferð í eini 7 ár, at B71 hevur lið við í landskappingini.

Flogbørn
Hóast nógv ár eru síðani síðsta landskappingardyst hjá B71, hevur felagið verið virkið, og eyðkendu gulu blusurnar hava verið at síggja til kappingar hjá teimum ungu. Men síðan flogbørnini hjá Flogbóltssambandi Føroya rættiliga eru farin at gera um seg kring alt landið, hevur B71 fingið flog undir veingirnar, og felagið hevur hetta kappingarárið havt fleiri lið við í flogbørnum.

 

Gentur 14
Hesin fyrsti landskappingardysturin hjá B71 var í aldursbólkinum gentur 14, og mótstøðuliðið var Fleyr a. Genturnar í B71 stóðu seg væl í dystinum, og serliga í fyrsta setti var púra javnt. B71 kundi eins væl havt vunnið, tí settið endaði 26-24 til Fleyr. Tað var tó ikki hesaferð, at B71 vann, men tað fer heilt víst at koma.

Gongdin í B71 er sera hugalig. Eldsálir eru í felagnum, og á áskoðaraplássunum hetta kvøldið stuðlaðu mammur, pápar, ommur, abbar og systkin og vinfólk væl liði sínum. Og á liðinum eru nógvar gentur, sum hava bæði hug og hegni.

B71 er av sonnum við aftur!