Skráin fyri B71-kappingina

Takk fyri allar tilmeldingar. Tilsamans eru 63 lið meldað til kappingina.

Liðini koma at spæla í hesum tíðarbilum:

Flogbørn 1 og flogbørn 2 spæla leygardagin 10. november ímillum kl. 10.30 og 12.15.
Teistin siglir frá Gomlurætt kl. 9.45 og úr Skopun kl. 12.30.


Flogbørn 0 spæla leygardagin 10. november ímillum kl. 12.15 og 13.45. 
Teistin siglir av Gomlurætt kl. 11.15 og úr Skopun kl. 14.00.


Flogbørn 3 spæla leygardagin 10. november ímillum kl. 12.15 og 15.30. 
Teistin siglir av Gomlurætt kl. 11.15 og úr Skopun kl. 16.35.


G12 spæla sunnudagin 11. november ímillum kl. 13.00 og 16.15.
Teistin siglir av Gomlurætt kl. 11.15 og úr Skopun kl. 16.35.
TB er í Havn kl. 10.30 og Smyril siglir suður kl. 20.00. (Kannið líka sjálvi smiley)


D12 spæla sunnudagin 11. november ímillum kl. 15.00 og 18.15.
Teistin siglir av Gomlurætt kl. 13.15 og úr Skopun kl. 18.35.


Busssamband
Vinarliga kannið, um busssamband er til og frá høllini tað tíðspunktið, sum tit ætla at koma og fara. Eisini er neyðugt, at størri bólkar bíleggja pláss hjá ssl.fo. - Vit vænta, at tað ber til at leiga egnan buss, um so er. Her suðuri eru fleiri busseigarar.

Möguleiki er at bíleggja pláss fyri bili í Teistanum, tá hann siglir av Gomlurætt til Skopunar,  men ikki úr Skopun til Gomlurætt. Hetta kann gerast inni á heimasíðuni www.ssl.fo, har tit so fara undir “bílegging”.

(Møguliga er neyðugt at snara telefonina, fyri at síggja alla talvuna niðanfyri).

Level ÍF Mjølnir TB Dráttur  B71 KÍF Fleyr  Ternan Til samans
0       1 2   2 2   7
1       2 1 1 3 1   8
2 2     1 2 1 1 2 2 11
3 2 3   1   1 2 1 1 11
                    0
Gentur 12 1   3 2 2 2 3 3 2 18
Dreingir 12 2   1   1   1 1 2 8
Til samans 7 3 4 7 8 5 12 10 7 63