Tilmelding til B71-kapping. Tilmeldingarfreist: 17. okt

Leygardagin 24. og sunnudagin 25. oktober skipa vit fyri kapping í Ítróttarhøllini á Sandi.
 
Kappingin er fyri flogbørn og U12.
 
Enn vita vit ikki, hvør spælir nær, men vit fara at skipa tað so væl vit kunnu, so tað ikki verða ov nógv fólk, sum skulu ferðast og vera í høllini samstundis.
 
Av tí at kirkjugongd her suðuri er kl. 12, verður ikki farið i gongd fyrr enn kl. 13 sunnudagin. 
 
Luttøkugjaldið fyri hvørt liðið er kr. 200,- og verður at flyta á konto 9181-0005216933 í Betri, tá liðið er tilmeldað.
 
Tilmeldingin skal sendast til petsig930@gmail.com í seinasta lagi leygarkvøldið 17. oktober kl. 22.
 
Vit síggjast smiley
 
Blíðar heilsanir
B71 - flogbóltur