Kappingin leygardagin er avlýst fyri veður, men sunnudagin verður spælt sum ætlað
Skráin fyri flogbóltskappingina í Sandoynni 29. og 30. januar

Góðu tit øll

Viðvíkjandi flogbóltskapping í Sandoynni leygardagin 29. og sunnudagin 30. januar 2022.

Flogbørnini standa til at spæla leygardagin, og byrjað verður við level 0 og level 1 kl. 11 (Teistin siglir av Gomlurætt kl. 9.45). Level 2 og level 3 spæla kl. 14.15. Teistin siglir av Gomlurætt kl. 13.15. (Teistin siglir norðaftur kl. 12.30, 14.00 og 16.35).

Sum nú er, so eru veðurvánirnar einki serligar fyri leygardagin, og um tað ikki broytist nógv til tað betra, so kann tíverri ikki væntast, at nøkur kapping verður hjá flogbørnum á Sandoynni á hesum sinni. Vit boða endaliga frá fríggjadagin á miðdegi.
------------------------------
Dagføring 28. januar:
Fyri veður koyra bussarnir í Sandoynni ikki leygardagin, og tí verður kappingin avlýst. Haraftrat sigur SSL um Teistan: "Boðað verður frá ringum veðri leygardagin 29. januar,og tí kann roknast við avlýsingum á leiðunum 60 og 61 leygardagin". 
‼G/D14 landskappingin verður tó sum ætlað sunnudagin.

------------------------------

Sunnudagin sær betri út, so vit vænta at kappingin hjá G/D14 verður gjøgnumførd.

Byrjað verður at spæla sunnudagin kl. 13. Tá spæla meistarabólkurin hjá gentum og dreingjum, og 2. deild hjá gentum. (Av Gomlurætt kl. 11.15) Teistin siglir úr Skopun kl. 16.35 og 18.35.

1. deild gentur byrja at spæla kl. 17. (Teistin fer av Gomlurætt kl. 15.50 og úr Skopun kl. 20.40).

Sum vit hava fingið upplýst, síggja bólkarnir soleiðis út:

G14
🔵MD: Fleyr a, Mjølnir a, Dráttur, SÍ og TB

🟡1.D: Mjølnir b, B71, KÍF og Ternan

🔵2.D: Fleyr b, Fleyr c, og Mjølnir c. (Væntandi dupult umfar)
(Vinarliga sigið frá sum skjótast, um tað kann væntast, at okkurt lið ikki møtir.

D14
🟡ÍF, TB, Mjølnir og SÍ.

Vit hava fingið avtalu við tann sum rekur bussin, at teir koyra til allar túrarnar. Um tit ætla at gera brúk av bussinum, er neyðugt at siga hvønn túr tit koma og fara, og hvussu nógv tit eru. Tit kunnu boða frá á petsig930@gmail.com , men vinarliga gerið eitt samlað yvirlit fyri felagið í seinasta lagi hóskvøldið.

Um ferðast verður í bili, er møguligt frammanundan at bíleggja pláss umborð á Teistanum á heimasíðuni hjá Strandfaraskipum Landsins www.ssl.fo

Vit gleða okkum at síggja tykkum.

Blíðar heilsanir frá okkum í B71