Skráin fyri B71-kappingina 9. og 10. november

Broyting í G12!

Góðu umboðsfólk og venjarar.

Viðvíkjandi  G12, so hava vit gjørt ein feil.

Kappingin byrjar kl. 13 sunnudagin, og ikki kl. 14.30, sum áður lýst.

Tvs. at G12 skulu suður við Teistanum kl. 11.15.

Vinarliga haldið okkum til góðar.

B71




Myndin er av KIDS-liðunum hjá B71, sum vóru við í Fleyr-kapping í november 2009.  


Her er eitt yvirlit, sum vísir, nær hvør spælir í høllini í Sandoynni um vikuskiftið.

Sum nevnt í skrivi fyrr, hava vit verið noydd til at flyta dreingir 12 frá sunnudegi til leygardag. Vit vóna, at hetta ikki gevur tykkum ov stórar trupulleikar.
 



FLOGBØRN 1 OG 2
Flogbørn 1 og 2 spæla leygardagin kl. 10.35-12.11

Teistin fer av Gomlurætt kl. 9.45
Teistin fer úr Skopun kl. 12.30 og 14.00
 


FLOGBØRN 0
Flogbørn 0 spæla leygardagin kl. 12.15-13.30

Teistin fer av Gomlurætt kl. 11.15
Teistin fer úr Skopun kl. 14.00
 


FLOGBØRN 3
Flogbørn 3 spæla leygardagin kl. 14.30-18.00

Teistin fer av Gomlurætt kl. 13.15
Teistin fer úr Skopun kl. 18.35


Dreingir 12
Dreingir 12 spæla leygardagin kl. 14.30-18.00

Teistin fer av Gomlurætt kl. 13.15
Teistin fer úr Skopun kl. 18.35



Gentur 12
Gentur 12 spæla sunnudagin kl. 13 (og ikki kl. 14.30, sum áður lýst).

Teistin fer av Gomlurætt kl. 11.15.
 



Heitt verður á tykkum um at kanna, um bygdaleiðir koyra í sambandi við túrarnar sum tit skulu við. Um tit koyra við bygdaleiðum, má pláss bíleggjast nakrar dagar frammanundan.

Avtala er annars gjørd við Finnleif Fagradal, at hann kann standa fyri busskoyring. Hetta kostar 30 kr. pr. høvd, og er galdandi Skopun-Sand-Skopun, men krevur, at tit siga frá í seinasta lagi hóskvøldið kl. 21, um tit vilja gera brúk av hesum. Tit mugu eisini siga, hvat tíðspunkt hetta snýr um. Vinarliga sendi mail til hesa adressuna: petsig930(KURLA)gmail.com 

Tað ber til at bíleggja pláss fyri bil umborð á Teistanum, men tað er avmarkað, hvussu nógvar bilar hann tekur, og í fjør var so at siga "kaos" á kaiini sunnukvøldið, og tað var ógvuliga seint, áðrenn tey síðstu sluppu norðurumaftur. Harafturat er einki opið í Skopun aftan á kl. 18 ella 19, og tað er kanska ikki so stuttligt at sita á kaiini. - Síðani seinast er tunnilsarbeiðið eisini farið í gongd, so tað eru nógvir betongbilar, sum verða førdir aftur og fram. 

Vit gleða okkum annars til at síggja tykkum, og vóna at fáa eina góða kapping.

Blíðar heilsanir frá okkum í B71