Steypaflogbóltur: Badmintonhøllin, Klaksvík, klár til brakið leygardagin

Badmintonhøllin í Klaksvík er nú klár til til hálvfinalu-brakið leygardagin, tá tær fýra hálvfinalurnar í steypakappingini verða leiktar í hesi røð:

Kl. 13.00 MM Mjølnir - SÍ 3-1 (25-17, 22-25, 25-13, 25-19)
Kl. 15.00 MK SÍ - KÍF 3-2 (26-24, 24-26, 25-18, 15-25 og 15-10)
Kl. 17.00 MM Fleyr - ÍF 3-1 (26-28, 25-20, 25-23 og 26-24)
Kl. 19.00 MK Fleyr - Mjølnir 3-2 (17-25, 21-25, 25-17, 25-23, 15-12)

Fólk hava í allan dag arbeitt við at leggja Taraflexgólvið á, eins og annað arbeiði er gjørt runt vøllin, so høllin er ikki at kenna aftur.

FM1 sigur beinleiðis frá dystunum og byrjar at senda frá klokkan 12.00 (FM1 hoyrist umvegis internetið á www.midlar.fo ella í útvarpslurtinum á frekvensunum FM 88,7;   FM 91,7;   FM 93,9; FM 94,8;  FM 95,5  og  FM 98,7.)

KvF stroymir eisini allar dystirnar beinleiðis á https://kvf.fo/live/2