EM-undankapping: Belgia-Føroyar, menn 3-0

Mikudagin 3. august kl. 19.00 (føroyska tíð):

EM-undankappingardystur, bólkur C, menn:
Belgia – Føroyar 3-0 (25-7, 25-15, 25-9)

Vit vistu tað fór at gerast trupult, og tað var, og í fyrsta settinum tóktist sum um, at føroysku leikararnir vóru eitt sindur fjálturstungnir og gjørdu óprovokeraðar feilir, sum teir ikki høvdu gjørt, spældu teir ein vanligan dyst í Føroya Tele-deildini.

Støðan gjørdist 7-0 áðrenn Føroyar vunnu sítt fyrsta stig. Tað tók Belgia einans 15 minuttir at vinna settið. Blokkurin hjá Jóhan Arna til 7-15 eftir eina kanónservu frá Mattiasi (sæst her: https://youtu.be/gOLD7N-hWFo?t=1445) átti at givið eina saltvatnsinnspræning, men tíverri var tað síðsta stigið, Føroyar vunnu í fyrsta setti. 

Ljóspunktið í dystinum vóru tey 15 stigini, sum komu til høldar í øðrum setti, har Føroyar javnaðu til 7-7 og høvdu bæði lobbað og smassjað við hepnari hond. Føroyar fylgdu við til 10-12, men so kom stígur í, og Belgia legði seg á odda 17-10 og 21-11, áðrenn settið varð vunnið 25-14.

Stigið hjá Føroyum til 13-23 tolir eina endurtøku, har Steffan Rosenlund at enda útplaserar belgiska liðið. Tað sæst her: https://youtu.be/gOLD7N-hWFo?t=3095

Triðja sett tóktist fara at fáa somu lagnu sum tað fyrsta, men frá 3-10 vunnu Føroyar regluliga stig, og vónir vóru um at fara upp um tey 10 stigini – ikki minst tá Thorvald vann eina “challenge” (https://youtu.be/gOLD7N-hWFo?t=4315) sum vísti, at servan hevði verið innanfyri, og Føroyar tí vunnu stigið til 9-17, sum dómarin annars hevði dømt til Belgia. Men hetta gjørdist seinasta stigið hjá Føroyum, og Belgia vann 25-9.  

Hesaferð vóru vit við fyri at læra, og lærdómur er lættur at bera, so vit gleða okkum at síggja Føroyar aftur – hesaferð á heimavølli – mikukvøldið tann 10. august kl. 19 í høllini á Hálsi ímóti Estlandi. Og vit gleða okkum ikki minni at síggja tykkum øll í høllini. Atgongumerki vera til keyps á atgongumerki.fo. Síggjast!

Leikarahagtøl (scrolla niður og vel Føroyar): 
https://eurovolley.cev.eu/en/2023/men/qualifiers-area/#player-stats

Her eitt av smassjunum hjá Tróndi H. Hansen, sum vann nógv stig: https://youtu.be/gOLD7N-hWFo?t=2279

Allur dysturin kann síggjast aftur á Youtube her: https://youtu.be/gOLD7N-hWFo

------------

Hini Norðurlondini í kvøld:
Portugal - Ísland 3-0 (25-14, 25-16, 25-10)
Aserbadjan - Danmark 1-3 (22-25, 25-23, 16-25, 16-25)
Noreg - Grikkaland 2-3 (25-19, 27-25, 23-25, 21-25, 9-15)

Stroymingin á youtube.com/watch?v=gOLD7N-hWFo

Føroyska manslandsliðið:
Aftanfyri, úr vinstru: Boban Ilić (hjálparvenjari), Jens Bang (høvuðsvenjari), Tróndur H. Hansen, Steffan Rosenlund, Jóhan Arni Elisson Wang, Trygvi á Brekkukletti, Bjarni Joensen, Thorvald Danielsen, Cristian Imhoff, Jónley Poulsen (liðleiðari), Hjørleif Niclasen (Fysioterapeutur)

Frammanfyri, úr vinstru: Niels Niclasen, Filip Ilić, Silas Poulsen, Mattias Nolsøe Isaksen, Áslakur Holm, Teitur Eliasen