Bjarni Larsen og Oleksandr Dmytriiev føroyameistarar í sandflogbólti
Eftir 6 FM stevnur og kappingina fyri tey síðstu fýra liðini er greitt, at Bjarni Larsen og Oleksandr Dmytriiev eru føroyameistarar í sandflogbólti.
Í finaluni vunnu Bjarni og Sasha greitt 2-0 á Jónsteini Jacobsen og Sofusi B. Mortensen. Settmunurin var 21-13 og 21-7.
Bjarni og Sasha eru tveir rættuliga royndir sandflogbóltsleikarar, og Jónstein og Sofus, sum fyrr í summar mannaðu eitt av føroysku U18 landsliðunum, høvdu tað sera trupult í dystinum.
Bjarni og Sasha eru við hesum fyrstu føroyameistararnir í sandflogbólti fyri menn.
Kaj Johannesen og Elias B. Jensen gjørdust nr. 3 í samlaðu kappingini.
