Flogbóltssamband Føroya sett úrvals- og menningarleiðara
Flogbóltssamband Føroya hevur seinastu tíðina tikið nógvar stórar avgerðir, og síðsta stigið er at seta ein úrvals- og menningarleiðara í starv.
Hetta skal vera við til at hækka stigið á føroyska úrvalsflogbóltinum, økja tilgongdina av nýggjum leikarum og seta gongd í menningina av ungum flogbóltsleikarum.
Nógv stig eru tikin fyri føroyskan flogbólt seinastu tíðina. Millum hesi kann nevnast, at allir dystir í bestu deildunum - Føroya Tele deildunum - verða vístir í Televarpinum; at FBF hevur nú eina vælmannaða skrivstovu við stjóra og skrivstovufólki og at A- og U-landsliðini nú luttaka í stóru CEV-kappingunum, har mótstøðuliðini eru bestu flogbóltstjóðir í Evropa og heiminum. Harumframt er avgjørt, at Føroyar saman við íslandi vera vertir fyri Eurovolley U16W finalunum í 2025.
Fyri at menna grundarlagið undir landsliðunum, og harvið á betri hátt at møta teimum størru avbjóðingunum, verða fleiri stór stig nú tikin. Talan er um eitt strategiskt tiltak, sum hevur til endamáls at fáa fleiri børn og ung at byrja og halda fram at leika flogbólt, og sum skal hækka stigið hjá teimum, sum áhaldandi leika - herundir eisini teimum sum leika á úrvalsstigi.
Boban Ilic er settur í starv sum úrvals- og menningarleiðari hjá FBF. Í hesum starvinum fær Boban millum annað ta ítróttarligu ábyrgdina av at seta strategisku tiltøkini í verk og at tryggja eina áhaldandi góðsku og menning av teimum. Ætlandi fara fyrstu tiltøkini av bakkastokki tíðliga í heyst.
Boban Ilic, sum er 47 ára gamal, er upprunaliga úr Beograd í Serbia, men kom til Føroya í oktober 2000 sum leikandi venjari hjá ÍF. Boban hevur soleiðis búð í Fuglafirði seinastu umleið 22 árini. Hesi 22 árini hevur Boban, sum leikari og venjari, verið við til at vinna 9 meistaraheiti og 9 steypafinalur við besta mannsliðnum hjá ÍF, og 5 meistaraheiti og 4 steypafinalur við bestu kvinnuliðunum hjá Mjølni og ÍF.
Áðrenn Boban kom til Føroya, leikti hann flogbólt á hægsta stigi í Serbia, Bosnia og Hersegovina og Sveis.
“Eg eri sera spentur at byrja í hesum starvinum og at byrja hesi projektini. Øll hesi árini í Føroyum, havi eg bæði sum leikari og sum venjari roynt at vera við til at hækka stigið á flogbóltinum. Hesin møguleikin at kunna halda fram við hesum saman við FBF og í formligum samstarvi við øll feløgini, skúlar, venjarar og onnur, er sera áhugavert fyri meg”, sigur Boban.
“Eftir øll hesi árini í Føroyum, og við mínum altjóða royndum, havi eg eina greiða mynd av, hvat kann gerast betri fyri at hækka stigið sum heild. Her er avgerandi neyðugt við sterkum menningartiltøkum fyri ungar leikarar og á eini betri samskipan. Eitt av endamálunum við hesum tiltøkunum er at eyðmerkja, rekrutera og seta gongd í menningina av ungum leikarum. Hetta skal við tíðini styrkja um landsliðini og um heimligu kappingina”, sigur Boban at enda.
Umframt at taka við nýggja starvinum sum úrvals- og menningarleiðari hjá FBF, er Boban hjálparvenjari hjá A-landsliðnum hjá monnum.
Boban Ilic er giftur og hevur tríggjar synir.