Dráttur vísti sína styrki, tá sjøtul varð settur á Bónus-kappingina
Bónus-kappingin, kvinnur:
Dráttur - Fleyr 3-0 (25-18, 25-16, 25-22)
Bónus-kappingin fyri kvinnur varð í dag servað í gongd høllini á Giljanesi, har tvey tey bestu liðini higartil í landskappingini - Dráttur og Fleyr – møttust í bólki 2 í Bónus-kappingini.
Hóast talan var um tvey tey sterkastu liðini higartil í ár, gjørdist dysturin ongantíð veruliga spennandi - kanska burtursæð frá miðskeiðis í 3. settinum. Styrkin hjá Drátti var ov eyðsýnd, samstundis sum Fleyr ikki veruliga megnaði at fáa sterkastu leikararnar í gongd.
Báðumegin netið var ein røð av landsliðsleikarum, men Dráttur megnaði betur at brúka sínar styrkir. Her var tað serliga, og sum vanligt, Terezea Kerpcarova, sum gekk á odda og vann flestar bóltar fyri Drátt. Umframt hetta leiktu Henrikka Jacobsen og Sissal Ellefsdóttir væl.
Fleyr var merkt av, at Anja Danielsen nýliga er komin aftur frá skaða, og tí ikki var á sama stigi sum undan skaðanum. Hinvegin hevur liðið í seinastuni verið styrkt av, at Hanna Andriasdóttir Olsen er komin afturíaftur, og við síni slagstyrki er hon munandi styrkur fyri liðið.
Næsti dysturin í Bónus-kappingini fyri kvinnur verður í Bólki 1, har SÍ á heimavølli leikar ímóti Ternuni. Tann dysturin verður týskvøldið kl. 19.