Seinastu liðini til finalurnar á Sandi í Bónuskappingini fyri yngri deildir verða funnin um vikuskiftið

Silva Cup verður í Klaksvík um vikuskiftið, og har verða seinastu liðini til finalurnar í Bónuskappingunum fyri yngri deildir funnin. 

Fríggja-, leygar- og sunnudagin verður Silva Cup í Klaksvík, har kappast verður í øllum teimum yngru deildunum um seinna finaluplássið í Bónuskappingunum, sum verða í høllini Inni í Dal á Sandi. Finalurnar veðra leygardagin 8. februar og sunnudagin 9. februar.

Finalurnar á Sandi verða fyriskipaðar sum vant við stroyming av øllum dystum og Taraflex gólvi. Nú undan høllin við Tjarnir letur upp, er høllin á Sandi best egnaða flogbóltshøllin í landinum. Talan er um eina kategori 4 høll eftir mátistokkinum hjá FIVB.

Tað er longu greitt, at hesi liðini eru komin í finaluna í Bónuskappingini fyri yngri:

G12: SÍ a
D12: ÍF a
G14 B1: TB a
G14 B2: TB b
D14: Ternan
G16 B1: Mjølnir
G16 B2: Ternan
D17: SÍ
G19: Mjølnir
MU: SÍ
KU: Mjølnir

Spennandi verður at síggja, hvørjum hesi liðini skulu møta á Sandi.