Bónus steypakappingin byrjar 1. apríl
- Finalurar við Tjarnir 25. apríl

Hetta er ikki ein aprílsøga - og tó...

... tí fyrsta apríl verður skjøtul settur á Bónus steypakappingina hjá monnum, tá Ternan og Fleyr spæla fyrsta dystin. 

Dagin eftir leggja kvinnurnar til brots. Áhugavert er, at í ár er eitt av liðunum U16 landsliðið við gentum. Eisini hevur Mjølnir eitt b-lið við umframt a-liðið, sjálvandi.

Dystarskráin sæst her:

Kvinnur: https://fbf-web.dataproject.com/CompetitionHome.aspx?ID=36

Menn: https://fbf-web.dataproject.com/CompetitionHome.aspx?ID=35

Hálvfinalurnar verða spældar í Kollafirði 18. apríl og finalurnar við Tjarnir 25. apríl. 
 


FM -finalur
Men áðrenn við koma so langt, fara vit at spæla finalurnar um føroyameistaraheitið í Hotel Djurhuus-deildini og Polestar-deildini, og tann skráin sær soleiðis út:

FM-finalur í Hotel Djurhuus deildini:
18.03.2026 kl. 19: Mjølnir – SÍ í Badmintonhøllini
22.03.2026 kl. 13: SÍ – Mjølnir á Giljanesi

Møgulig triðja finala:
28.03.2026 kl. 13 Mjølnir – SÍ í Badmintonhøllini


FM-finalur í Polestar-deildini:
22.03.2026 kl. 16: SÍ – Mjølnir á Giljanesi
25.03.2026 kl. 19: Mjølnir – SÍ í Badmintonhøllini

Møgulig triðja finala:
28.03.2026 kl. 18: SÍ – Mjølnir á Giljanesi


Vinna liðini hvør sína finalu - sama hvat settmunurin er - verður ein triðja og avgerandi finala spæld.