SÍ koppaði Mjølni í Klaksvík í fyrsta dystinum í Bónus-kappingini hjá monnum

Bónus-kappingin, menn:
Mjølnir-SÍ 1-3 (15-25, 25-27, 25-15, 18-25)


Favorittarnir til FM og í Bónus-kappingini fyri menn, Mjølnir, máttu í kvøld greitt lúta fyri einum sera vælleikandi SÍ-liði, sum vann 3-1 á útivølli í Badmintonhøllini í Klaksvík.

Í Føroya Tele-deildini fyri menn er Mjølnir greitt oddalið, meðan SÍ stillisliga hevur hálað seg uppá eitt annað pláss í kapping við Fleyr og ÍF. Undan kappingini í ár var ikki roknað við, at SÍ fór at gera seg galdandi. Nýggjur  leikandi venjari, Christian Campos úr Brasilia, kom ístaðin fyri legenduna Raijko Petrovic, og ivi var um fleiri leikarar.
Í kvøld var talvan vaskað rein og Bónus-kappingin fyri menn var á skránni.

Christiano Campos vísti í dag, at hann stillisliga hevur skipað fyri, at  SÍ hevur fótað sær, fingið skipan á spælið og víst vegin, soleiðis at leikararnir leika við øktum sjálváliti. 

Campos sjálvur gekk á odda í álopinum og við einum sera hørðum servutrýsti, har hann staðfesti seg sum besta servaran í føroysku kappingini. Ungi hevarin Elias Ellingsgaard Petersen kom sera væl frá uppgávuni, og megnaði serliga væl saman við Tóka í Haraldstovu at hótta Mjølnir á miðjuni. Helst besti føroyski kanturin í kappingin, Hjørtur Joensen, megnaði ferð eftir ferð at vinna á høga Mjølnir-blokkinum. Samstundis var verjuspælið, við Silas Poulsen á odda, sera gott.

Spennandi verður nú at síggja, hvussu næstu dystirnir fara at hátta sær í Bónus-kappingini fyri menn - hvørji lið hittast í hálvfinalunum, sum verða í Klaksvík 10. februar.

Næstu dystirnir í Bónus-kappingini fyri menn verða leygardagin 13. januar kl. 15, har Mjølnir tekur ímóti Fleyr í Klaksvík, meðan Ternan tekur ímóti ÍF á Toftum.