Broytingar samtyktar á aðalfundi hin 29. august 2024

Ein arbeiðsbólkur var tíðliga í summar settur at arbeiða við broytingum í Hotel Djurhuus-deildini, Polestar-deildini og í Bónus-kappingunum. Miðað var eftir gera broytingar frá kappingarbyrjan 2025/26, men arbeiðsbólkurin kom við einstøkum uppskotum, har ynski var um, at hesi skulu koma í gildi longu við kappingarbyrjan 2024/25.

Hesi uppskot vóru løgd fyri ein eykaaðalfund hin 29. august og vóru tey góðkend har. 

Bólkurin arbeiðir víðari og fer helst at koma við fleiri broytingaruppskotum til kappingarbyrjan 2025/26.

Broytingarnar 2024/2025 eru hesar:

Broyting av FM-finalunum:
Nr. 1 og nr. 2 í Hotel Djurhuus-deildini og Polestar-deildini skulu nú leika upp til 3 finalur. Tað liðið, sum fyrst vinnur tvær finalur, er føroyameistari uttan mun til settmun í einstøku dystunum. Nr. 1 í sjálvari landskappingini avger, hvar fyrsti dystur skal leikast; nr. 2. avger, hvar annar dystur skal leikast, og síðani aftur nr. 1, um hetta gerst neyðugt. Nevndin í Flogbóltssambandi Føroya skal góðkenna hallirnar, har finalur skulu leikast. Finalurnar, sum vit kenna tær í høllini á Hálsi og møguliga gullsettið, fella hervið burtur.

Broyting fyri nær landskappingin og steypakappingin fyri vaksin verður leikt:
Hotel Djurhuus- og Polestar-deildirnar verða leiktar út í eitt uttan steðg og enda tær við FM-finalunum í mars. Tá finalurnar í Hotel Djurhuus- og Polestar-deildunum eru avgreiddar, verður Bónus-kappingin fyri vaksin sett í gongd og endar hon við steypafinalum í apríl, eins og vit kenna tað. Samlaða tíðarskeiðið, leikt verður í, verður tí á leið tað sama sum í fjør, og verður ikki longt ella stytt nakað serligt.

(Hetta uppskotið er ikki galdandi fyri yngri deildir, ið eins og áður leika steypafinalur í februar og FM-finalur í Trongisvági í mars).

Flytingarvindeygað broytt:
Sum ein avleiðing av uppskotinum um nær kappingarnar verða leiktar, verður flytingarvindeygað, ið áður var fram til 1. februar, flutt til 1. desember. Hetta fyri at flytingarvindeygað ikki liggur ov tætt at FM-finalunum. Hetta flytingarvindeygað er galdandi fyri allar deildir.

Styrkismeting til steypakappingina:
Eru tveir bólkar í Bónuskappingini, verður styrkismetingin  grundað á støðuna eftir 1/3 í Hotel Djurhuus- og Polestar-kappingunum, og ikki eftir hvussu liðini endaði í steypakappingini síðsta steypakappingarár. Hetta fyri at geva rættvísari styrkismeting av bólkunum.

Heilsuváttan (hetta var ikki uppskot frá arbeiðsbólkinum)
Aðalfundurin samtykti, at heilsuváttanin, sum verður kravd til bestu deildirnar nú, skal vera galdandi í 5 ár, galdandi frá kappingarárinum 2024/25.  FBF hevur onga skrásetingarskipan fyri heilsuváttanir, og tí skulu feløgini árliga sjálvi senda inn galdandi heilsuváttanir fyri allar leikarar, sum skulu hava leikaraloyvi. Hesar heilsuváttanir, skulu tí ikki verða eldri enn 5 ár.