Føroysku kvinnurnar til Íslands at spæla í CEV SCA-endaspælinum
Samstundis sum føroysku menninir leika EM finaluumfar í CEV-SCA kapping í Havn í døgunum 13. – 15. mai, fara føroysku kvinnurnar til Íslands at luttaka í samsvarandi kapping. Leikast skal móti Skotlandi, Írlandi og Íslandi.
Føroysku kvinnurnar leggja fyri fríggjadagin 13. mai ímóti Írlandi; leygardagin er Skotland á skránni, og síðsti dysturin verður sunnudagin ímóti Íslandi. Tá kappingin var seinast – í 2019 – vunnu Føroyar bronsu. Luksemborg, sum ikki er við hesa ferð, vann gull og Skotland silvur. Ísland, sum er vertur hesa ferð, var ikki við ta ferðina.
Hetta eru fyrstu A-landsdystir hjá føroysku kvinnunum síðan korona fór at gera um seg, og tí hava A-landsliðsvenjarin, Lars Engell, og hjálparvenjarin, Kristian Mikkelsen, valt at leggja dentin á eitt ungt lið, sum kann mynda kjarnan á føroyska landsliðnum í longri tíð.
Stórur partur av liðnum skal eftir kappingina til Eysturríkis at luttaka í U21 CEV Eurovolley undankapping, har leikast skal ímóti Eysturríki, Bulgaria og Ísrael.
Síðan skal A-landsliðið í august og september leika tríggjar heimadystir og tríggjar útidystir í CEV Eurovolley undankapping móti Rumenia, Ísrael og Kroatia.
Dystarskráin fyri CEV SCA-kappingina í Íslandi (føroyskar tíðir):
Fríggjadagin 13. mai 2022:
Kl. 18.00 Ísland – Skotland
Kl. 21:00 Føroyar – Írland
Leygardagin 14. mai 2022:
Kl. 15.00 Írland – Ísland
Kl. 18.00 Skotland – Føroyar
Sunnudagin 15. mai 2022:
Kl. 15.00 Skotland – Írland
Kl. 18.00 Ísland – Føroyar