U20-EM: Dávið Hentze millum teir bestu
Myndin omanfyri; bestu leikarar frá vinstru:
Dávið Hentze (Føroyar), Atli Fannar Petursson (Ísland), Samuel Novais (Luksemborg), Simao Novais (luksemborg) and Eric Weber (Luksemborg).
Eftir endahátíðina sunnudagin í Høllini á Hálsi, varð avdúkað hvørjir leikarar vóru valdir til teir bestu á teimum ymisku leikaraplássunum.
Tað vóru venjararnir hjá liðunum, sum valdu hesar leikararnar, og millum teir bestu var føroyski leikarin Dávið Hentze.
Hann var valdur sum besti áleypari, og hetta varð ein sera stórur heiður.
Harumframt varð hann valdur sum besti "local player". So samanumtikið ein sera góð kapping hjá Dávið.
Teir sum vórðu valdir, vóru hesir:
Besti hevari: Simao Novais, Luksemborg
Best diagonalur: Eric Weber, Luksemborg
Besti miðbolkkur: Atli Fannar Petursson, Ísland
Besti áleypari: Dávið Hentze, Føroyar
Besti libero: Samuel Novais, Luksemborg
Besti føroyski leikari: Dávið Hentze, Føroyar
Virðismesti leikarin: Samuel Novais, Luksemborg
Eisini dómararnir vóru heiðraðir eftir kappingina fyri gott arbeiði og fingu handað føroyskt páskaregg.
Mynd; dómarar og tekniski leiðari frá vinstru:
Carole Heep (Luksemborg); Peter Morell, Technical Director (Danmark); Grant Mcintyre (Skotland); Jón Ólafur Validmarsson (Ísland); Michael Andersen (Danmark) og Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandi Føroya í føroyskum klæðum.