Sofía Purkhús bjargaði Amager bronsuna
Amager hevði ryggin ímóti múrinum, eftir at tær høvdu tapt fyrsta dystin um bronsuna og vóru aftanfyri 0-2 í settum í dystinum í dag ímóti Køge. Men eftir eitt sera gott ”comeback” megnaðu tær at vinna bronsuna annað árið á rað.
Amager var undan dystinum favorittur at endurvinna bronsuna í donsku flogbóltskappingini í kapping við Køge. Men Køge vann tann fyrsta dystin 3-0, sum var á heimavølli, og høvdu tær tí dystarbólt undan dystinum í dag.
Kvinnurnar frá Køge komu eisini best frá byrjan og vunnu tvey tey fyrstu settini ávikavist 25-17 og 25-22.
Men tað var eitt fullkomuliga hamskift Amager-lið, sum kom út á vøllin í triðja setti.
Og sjálvandi var tað Sofía Purkhús, sum saman við Thit Bak, gekk á odda í triðja setti. Danskir miðlar rósa Sofíu fyri hennara avrik í dag, sum var við til at tryggja Amager trý tey næstu settini við úrslitunum 25-12, 25-20 og 15-9 og harvið sigurin upp á 3-2.
Sostatt varð neyðugt við einum Gyltum Setti, fyri at avgera hvør skuldi vinna bronsuna!
Tá komu royndirnar hjá Sofíu og teimum frá síðsta ár til góðar, tí tá vunnu tær eisini 3. plássið í donsku flogbóltskappingini.
Liðini bardust um hvønn bólt í Gull-settinum, men endin var at Amager vann settið 25-21.
Her er eitt leinki til Vangamyndina, sum KVF gjørdi av Sofíu Purkhús, eftir at hon var kosin ársins leikari í Danmark í fjørð:
http://kvf.fo/netvarp/sv/2016/09/12/16091232vangamyndsofiapurkhus
Bronsudystur, kvinnur
Køge vs Amager: 3-0 (30-28, 25-22, 25-19)
Amager vs Køge: 3-2 (17-25, 22-25, 25-12, 25-20, 15-9) – Golden Set: 25-21