Dómararnir í føroyskum flogbólti skulu lyftast upp á hægri stig!

Fyrsta fet er eitt Basis-dómaraskeið fyri dómarar í Meistaradeildini.
 
Tíð: Fríggjadagin 24. september kl. 18-22 og
leygardagin 25. september kl. 9-16

Stað: Høllin á Hálsi

Leiðbeinarar: Hans Ole Nielsen og Michael Andersen

Luttakaratal: í mesta lagi 18 fólk

Prísur: Kr. 500 fyri hvønn


Av tí at tað bert eru 18 pláss tøk, verður væntað, at allir luttakararnir fara at døma fleiri dystir í Meistaradeildini kappingarárið 2021-2022.

Feløgini skulu í seinast a lagi 10. september senda FBF ein lista við nøvnum á teimum sum ætla sær á skeið, og sum eisini ætla at døma næsta kappingarár.

Vit hyggja eftir, hvussu nógvar tilmeldingar koma, og býta plássini hareftir. 

Langtíðarætlanin er, at allir dómararnir í Meistaradeildini skulu hava staðið hetta skeiðið, fyri at kunna døma har. 

Tað merkir eisini, at Basis-dómaraskeiðið verður ein partur at fasta kalendaranum, og verður aftur í 2022, 2023 o.s.fr. 

Hetta kappingarárið er taksturin fyri at døma í Meistaradeildini hækkaður til kr. 800 fyri hvønn dystin. 

Volleyball Danmark hevur eina heimasíðu - https://www.volleyballdommer.dk  - sum er sera góð, tá tú skalt døma. Men hon er eisini góð, tá tú skalt spæla, so tú kennir reglurnar, og tí skilir hví dómararnir døma, sum teir gera. 

Av tí at tað tíverri ikki er pláss fyri øllum á Basis-dómaraskeiðinum, hava vit eftir avtalu við Volleyball Danmark fingið loyvi til at brúka teirra online-skeið. Tó fært tú ikki floytu senda eftir staðið skeið. 

https://www.volleyballdommer.dk/u15-forste-ar

https://www.volleyballdommer.dk/u15-andet-ar

https://www.volleyballdommer.dk/u17-forste-ar

https://www.volleyballdommer.dk/u17-andet-%C3%A5r


Skeiðini eru ment til ungdómsflogbólt í Danmark, men kunnu/skulu/eiga eisini at brúkast av teimum dómarum sum ikki fáa pláss á Basis-dómarasekeiðnum, teimum sum skulu døma í 1. deild og sjálvsagt eisini øllum teimum sum skulu døma ungdómsdystir.   
 

Latið okkum saman lyfta stigið á dómarunum!