Ársins dómaraskeið

Til øll feløgini!

Kunnu tit siga øllum tykkara skeiðsluttakarum frá, at teoretiski parturin verður hildin í sjálvum skúlanum í Kollafirði frá kl. 18.00. Inngongdin er úr skúlagarðinum. Hesin parturin er frá kl. 18.00 - 22.00.


Leygardagin er fyrst ein stuttur teoretiskur partur frá kl. 10.00-11.00, og so verður farið til praktiska partin í høllini. Til henda partin hevði verið sera gott, um so nógvir av luttaarunum tóku ítróttaklæði við, so tit kunnu spæla okkurt sett upp á skift. 

 

Síggjast!

Vinaliga
FBF


 


 



KOM VIÐ TIL ÁRSINS DÓMARASKEIÐ Í KOLLAFIRÐI!         

Vikuskiftið 5. - 6. oktober 2018 fara vit í Flogbóltssambandinum (FBF) at skipa fyri dómaraskeiði, har Hans Ole Nielsen (Hassan) frá danska flogbóltssambandinum fer at undirvísa.

Skeiðið verður hildið í ítróttarhøllini í Kollafirði

Skráin:

Fríggjadagin 5. oktober: 
kl. 18 - 22   Teori

Leygardagin 6. oktober:
Kl. 10 - 11 Kunning um døming
Kl. 11 - 18 Døming

Ynski hjá okkum í FBF er sjálvandi, at vit fáa eina góða lands- og steypakapping, eisini hvat viðvíkur dømingini. Tað hevði frøtt okkum, um tað vóru fleiri núverandi og fyrrverandi dómarar eins og núverandi og fyrrverandi leikarar, sum komu við til dómaraskeiðið.

Eisini høvdu vit verið fegin, um vit fingu fleiri limir í dómarabólkin. Sum limur í dómarabólkinum fært tú kr. 500 í samsýning frá tí felag, tú dømir fyri, meðan hini, sum ikki eru í dómarabólkinum, einans fáa kr. 300 pr. dyst.

Øll, sum luttaka á dómaraskeiðnum, fáa eina dómarablusu.

Skeiðið er ætlað dómarum í meistaradeildini hjá kvinnum og monnum.

Tað er ókeypis at luttaka á dómaraskeiðnum.


Tekna teg til ársins dómaraskeið á fbf@fbf.fo við hesum upplýsingum:

Navn:
Bústaður:
Felag:
Telefon:
Teldupostur:
Stødd á dómarablusu:

Freistin at tekna seg er 1. oktober 2018.

Leinki til reglur á heimasíðini hjá danska flogbóltssambandinum (pdf) 


Vinarliga

Flogbóltssamband Føroya
Magnus Tausen
formaður